Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri ætlað pumpuverk hjá SEV í Vestmanna.

Talan er um eitt orkuverk við bæði vatnturbinum, sum skulu framleiða streym við vatni úr byrgingini á Mýrunum, og pumpum, sum skulu pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali niðan í byrgingina á Mýrunum, tá avlopsorka frá vindmyllum er tøk.

Verkið verður gjørt 400 metrar inni í fjallinum. Í sambandi við at spreingja tunlar, høll inni í fjallinum o.a., er ætlanin at leggja uml. 390 tús. m3 av gróti á fyribils ella varandi goymslu á fýra plássum í Heygadali og á Mýrunum.

Í góðkenningini eru settar treytir um at arbeiðið skal ávirka náttúrina minst møguligt, eitt nú fugl, landslagið, áirnar og vatnrenslið í haganum.

Góðkenningin kann síggjast her

Almenna lýsingin av góðkenningini kann síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo