Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Skráin fyri umhvørvisvikuna 15. – 20. mai 2017

Mánadag 15. mai:
Borgarar rudda kring egið grundøki.
kl. 16.00-19.00: Umhvørvisplássið er opið.
kl. 10.00: Ringrás v/Ingmar á Løgmansbø vitjar Sóljugarð, og greiðir børnunum frá um umhvørvið.
Kl. 13.00: Ringrás v/ Ingmar á Løgmansbø vitjar Miðgarð, og greiðir børnunum frá um umhvørvið.
kl.21.00: Ungdómscafé í Ungdómshúsinum, hølini hjá Vágaskot: “Umhvørvið og vit” við Ringrás.

Týsdag 16. mai:
Borgarar rudda kring egið grundøki.
Kl. 13.00: Starvsfólk í umsitingini í Vága kommunu rudda fram við høvuðsvegnum.
Kl. 16.00-19.00: Umhvørvisplássið er opið.

Mikudag 17. mai:
Borgarar rudda kring egið grundøki.
Kl. 13.00: Børnini í Smílikulluni súkkla saman við limum frá Team Rynkeby.
kl. 16.00-19.00: Umhvørvisplássið er opið.

Hósdag 18. mai:
Borgarar rudda kring egið grundøki.
Kl. 10.00-11.00: fyrilestur fyri næmingum á Skúlanum á Giljanesi; Ingmar á Løgmansbø frá Ringrás greiðir næmingum frá um plastdálking.
Kl. 11.50-12.35: fyrilestur fyri næmingum í skúlanum í Miðvági; Ingmar á Løgmansbø frá Ringrás greiðir næmingum frá um plastdálking.
kl. 16.00-19.00: Umhvørvisplássið er opið.
kl.19.00: Almennur fyrilestur; “Umhvørvið og vit” v/ Ringrás. Ingmar á Løgmansbø frá Ringrás kemur at tosa um plastdálking, og í hesum sambandi verður ein nýggjur filmur, sum er tikin upp her í Vágum, vístur. Fyrilesturin verður á skúlanum á Giljanesi.

Fríggjadag 19. mai:
Borgarar rudda kring egið grundøki.
Kl. 08.00-11.00: Dagstovnar og skúli fara at rudda fram við sjóvarmálanum. Ruskið verður savnað á parkerings økinum á Giljanesi – har øll savnast at síggja. Børnini fáa frukt og okkurt leskandi aftaná.
Kl.16.00-19.00: Umhvørvisplássi er opið.

Leygardag 20. mai:
Kl. 09.00-10.00: Felags morgunmatur á Giljanes. Kommunan útvegar ruskposar og kunning um, hvar vit rudda. Arbeiðsmennirnir hjá kommununi savna ruskposarnar innaftur. Eisini letur Vága Kommuna trø ella plantupakkar, (1 til hvørt húskið).
Kl. 16-19: Umhvørvisplássið er opið.
Kl. 14.00: Frælsi skipar fyri gongutúri eftir vørðunum til Vatnsoyrar. Vit byrja á skúlanum á Giljanesi. Hetta er ein lættur gongutúrur, ið er vælegnaður fyri alla familjuna, stór sum smá. Havi ruskposa við, ífall tit koma fram á rusk á vegnum.
Kl. 14.30: Frælsi skipar fyri rennitúri eftir vørðunum til Vatnsoyrar. Vit byrja á skúlanum á Giljanesi.
Kl. 16.00-17.00: H-dygd í Vatnsoyrum, bjóðar gongufólki og rennarum okkurt leskandi. Borgari nummar 2000 verður heiðraður.
Kl.19:00: Ungdómshúsið ruddar fram við Vatninum saman við Ringrás. Aftaná verður hugnaløta uttanfyri Vágaskot.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo