Í morgin verður ættin landsynningur, upp í ein strúk, regn ella ælaveður og hitin um 10 stig.
Týsdagin skrið ella stormur av útsynningi, minkandi sum dagurin líður, sólin sær og hitin uppí 12 stig.
Mikudagin byggir hann seg upp til hvassan storm í hvirlunum, ættin verður sunnan, tað regnar illa og hitin millum 8 og 12 stig.
Hósdagin millum skrið og storm av útsynningi, regn og sólløtur hvørt um annað, hitin um 9 stig.
Fríggjadagin lot til gul vestaneftir, sólin sær og hitin um 10 stig.
Næsta vikuskifti verður lágætt og góðveður við sól og hita um 10-12 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



