Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í dag fer at regna mestsum allan dagin, ættin verður landsynningur, uppí strúk í vindi, hitin um 12 stig.

Í morgin gul av landsynningi at byrja við, seinni fer hann upp í útnyrðing, sól ella sólglottar og hitin um 12 stig.

Týsdagin lot av vestri, samdrigið men turt fyri tað mesta og hitin um 10-12 stig.

Mikudagin útnyrðingur, lot til frískan vind, sól ein stóran part av degnum, hitin um 11 stig.

Hósdagin lot til frískan vind av norði ella útnyrðingi, okkurt æli men eisini løtur við sól og hitin um 10 stig.

Fríggjadagin gul til stívt andøvsgul av norði ella útnyrðingi, turt og sólglottar og hitin um 8 stig.

Næsta vikuskiftið verður veðrið gott, sigur langtíðarforsøgnin, lítið lot av vesturætt, kanska onkur dropi men eisini sólglottar og hitin um 10-12 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo