Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í komandi viku, 27. januar, er altjóða holocaust-dagur. Henda dagin í 1945 vórðu jødar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz fríað. Í februar í fjør var Jastrid á Dalbø, lærari í Fuglafjarðar skúla, á vikuskiftisskeiði í Theresienstadt í Kekkia saman við lærarum úr Danmark og Onglandi. Tað var DIIS, Danish Institut for Internationale Studier, sum skipaði fyri skeiðnum. Skeiðið hevði til endamáls at gera lærarar betur førar fyri at undirvísa í holocaust.

Undirvísingin var sera væl skipað við lærarum við góðum førleikum og á høgum stigi, skrivar Jastrid á Dalbø í grein, sum kemur í komandi Skúlablað.

- Undirvísingin var fyri tað mesta fyrilestrar, tó eisini við bólkaarbeiði og rundvísing í býnum Theresienstadt og fangatippinum. Undirvíst var í nógvum áhugaverdum evnum í Theresienstadt, so sum jødiska samfelagnum og lív teirra áðrenn holocaust.

Fyri tey, ið undirvísa í hesum evninum, hevur tað alstóran týdning, at jødiska fólkið fyri kríggið verður lýst, heldur Jastrid á Dalbø.

- At jødar livdu eitt heilt vanligt lív við dreymum, eins og øll onnur menniskju. Tað hevur týdning at síggja tey sum heil og vanlig menniskju.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo