Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Búskaparráðið ger vart við, at verandi skipan í umsitingarætlanini ikki er nóg munagóð, tá ið talið av fiskidøgum einans kann flytast 5% hvønn vegin.

Skulu okkara fiskastovnar umsitast burðardygt, har atlit verður tikið til fiskastovnar, sum eru illa fyri, eigur skipanin av geva møguleiki fyri størri átøkum, enn bert at kunna flyta talið av fiskidøgum 5% hvønn vegin. Búskaparráðið mælir eisini til, at óbrúktir fiskidagar verða tiknir úr skipanini, so veiðitrýstið ikki brádliga kann økjast, tá fiskiskapurin tykist at batna.

Ein av vansunum við effortskipanum sum fiskidagaskipanin er, at effektiviteturin er trupul at máta, og tískil er tað torført at meta um veiðuorkuna, ið sostatt kann føra til ovveiðu. Tí eigur at verða umhugsað, um ikki tað hevði verið meira skynsamt at havt kvotur ístaðin fyri fiskidagar, so mark kann setast fyri nøgdina, ið verður fiskað.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo