Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Seinnu árini eru stórar samferðsluútbyggingar gjørdar, sum hava betrað um karmarnar hjá føroyskum vinnulívi innan farmaflutning. Serliga kunnu nevnast íløgurnar í undirsjóvartunlar og havnaútbyggingar.

Tó hevur Suðuroyggin ikki nøktandi flutningskarmar fyri vinnulívið á staðnum. Kapasiteturin er ikki nøktandi fyri verandi virksemi og tíansheldur fyri tær útbyggingarætlanir, sum fyritøkur í Suðuroy hava. Harumframt eru eisini avbjóðingar við vantandi regulariteti og við ferðaætlanini.

Hetta er støðan, hóast ein stórur partur av farminum fer beinleiðis úr Suðuroy til útlandið við farmaskipum.

Landið hevur átikið sær ábyrgdina av at skipa samferðslumøguleikarnar, og hevur sambært § 2 í ll. um fólka- og farmaflutning skyldu til at skipa fyri nøktandi sjóvegis farmaflutningi. Soleiðis sum støðan er í dag, livir landið ikki upp til lógarásettu skylduna, tí flutningurin er ikki nøktandi í 2024.

Vinnupolitikkur snýr seg um at skipa góðar karmar fyri vinnuliga virksemið, so fyritøkur hava góðar umstøður at kappast, mennast og framleiða varandi virði. Hetta er galdandi fyri øll øki í Føroyum, eisini í Suðuroy.

Vit fara óivað einaferð at fáa ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar, men til tann tunnilin er veruleiki, má landið skapa nøktandi umstøður í sjóvegis sambandinum, so fyritøkur hava góðar umstøður at flyta farm til og frá oynni.

Eitt fyrsta stig í hesum kundi verið, at myndugleikarnir seta sær mál fyri tænastustøðið á sjóvegis samferðsluni kring landið, herundir eisini til Suðuroyar. Vinnuhúsið luttekur fegið í einum slíkum arbeiði í mun til vinnuliga flutningin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo