Ein av mongu fyrimununum hjá hinum ríka er, at hann hevur ráð at ganga fátæksliga ílatin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Undirfeløgini eru feløg fyri lærarar, sum, umframt læraraútbúgving, hava eina ískoytisútbúgving og starvast innan ávís serøki í fólkaskúlanum. Feløgini eru  AKT-felagið, Felagið fyri orðblindalærarar, KT-varðafelagið, Lesivegleiðarafelagið, Skúlabókavarðafelagið, Skúlavegleiðarafelagið og Serlærararfelagið.

Í flestu feløgum er stórt virksemi. Fremst liggur ynskið hjá lærarunum um at røkja og dagføra útbúgving sína. Vanliga verður tað gjørt á evnisdøgum, sum feløgini hvør sær skipa fyri, men øll eru samd um, at tað ikki er nøktandi. Tørvur er eisini á drúgvari skeiðum og veruligari  eftirútbúgving. Tilboðini eru fá ella at kalla eingi. Tað er stórt spell, tí ískoytisútbúgvingarnar eru ein íløga, sum má røkjast.

Síðani koma arbeiðsumstøðurnar, og har er niðurstøðan hjá øllum feløgum tann sama. Tað er einki samsvar millum tillutaðu tíðina, sum lærarar fáa til at røkja arbeiðið og so veruligu arbeiðsuppgávuna. Lærararnir eru sera hugaðir at arbeiða inna fyri sítt serøki, men tað tykist, sum um fleiri og fleiri uppgávur verða lagdar á hesar lærarar, og tíðin røkkur ikki. Hetta er ein sera streingjandi støða. Nøkur av feløgunum hava ella eru í ferð við at gera kanningar millum limirnar um arbeiðsumstøður og trivnað. Tað verður áhugavert at hoyra frá hesum kanningum.

Ein afturvendandi uppliving er, at lærarar, eftir lokna ískoytisútbúgving, kenna seg sleptar upp á fjall. Bæði tá tað kemur til arbeiðsumstøður og at røkja útbúgvingina. Tað er í stórari andsøgn til tann eldhuga, sum somu lærarar leggja í at røkja sína uppgávu.

Skulabladid.fo fer í næstum at hava greinar, sum viðgera virksemið og arbeiðsumstøðurnar hjá limunum í ymsu undirfeløgunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo