Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Her kanst tú stuðla

Vit føroyskir fiskimenn, sjómenn, handverkarar, sjúkrasystrar o.o, sum arbeiða uttanlands, og føroyskir fiskimenn við føroyskum skipum, skulu nú hava ein skattasmekk og revsast av landsins politisku myndugleikum. Okkara útlendsku starvsfelagaðar eru harafturímóti so nógv virdir, at teir ístaðin fáa enn hægri inntøkufrádrátt og gjalda væl lægri skatt.

Vit skulu til at gjalda fyri ovurnýtslu og minka um hallið hjá landskassanum í bestu tíðum. Vit skulu til at fylla í landskassan við 54 mió. kr. og spaðja til eina løgtingsfíggjarlóg, sum javnvigar við heili 7 milliardum kr. árliga til rakstur og íløgur.

Hetta er ikki rímuligt og rættvíst, tá hugsað verður um, at vit skapa inntøkur fyri 1 milliard kr. til føroyska samfelagið árliga - og at vit gjalda skatt, avgjøld o.a., eins og øll onnur í samfelagnum. Munurin er, at vit hava valt eitt starv í útlandinum ella á einum útlendskum arbeiðsplássi, m.a. tí, at hesi arbeiðspláss ikki finnast í Føroyum ella tí, at løn og arbeiðstreytir eru munandi betri enn í Føroyum.

Uttanlandsfrádrátturin og samdøgurfrádrátturin kompenserar ella vigar upp ímóti, at vit eru nógv burtur frá familju, ferðaútreiðslur, hotel o.a.

Vit starvast á einum altjóða arbeiðsmarknaði og ætlar samgongan og landsstýrið at forverra okkara lønar- og arbeiðsumstøður, ja so verða tað heilt vist fleiri, sum velja at flyta úr Føroyum - tá verður lítið vunni hjá landinum og tær 54 mió. kr. aftur mistar í skatta- og avgjaldsinntøkum.

Vit høvdu sett stóran prís upp á, um tú hevði viljað stuðla okkum við einari undirskrift at mótmæla tí ætlan - um avtøku av uttanlandsfrádráttinum, sjómannafrádráttinum og samdøgurfrádráttinum - sum samgongan og landsstýrið arbeiða við at seta í verk ímóti okkum, sum arbeiða og virka uttanlands, og sum arbeiða á sjònum undir Føroyum.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Føroya Fiskimannafelag

Føroyskir fiskimenn uttanlands, FFU

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo