Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2020, og vóru partarnir á fyrsta samráðingarfundi hin 26.11.2020.
Síðan tá hava partarnir verið á 4 fundum, til partarnir hin 28.04.2021 samdust um at boðsenda semingsstovninum.
Semingsstovnurin legði í dag semingsuppskot fram, ið báðir partar tóku undir við.
Semjan er fyri tíðarskeiðið 01.10.2020 – 31.12.2022.
Lønarhækkanin er á sama støði sum semjan millum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið.
Frá vinstu Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, Pauli Trond Petersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Dánial Pauli Djurhuus, formaður í Landsfelag Handverkaranna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo