Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og mentamálaráðið: Løgtingið samtykti í dag einmælt at seta UNESCO-sáttmálan um verju og fremjan av mentanarligum margfeldi, sum varð samtyktur á aðalfundi í UNESCO 20. oktober 2005, í gildi fyri Føroyar.

- Mentanarpolitisk stevnumið um at verja og fremja mentanarliga margfeldið hava stóran týdning fyri livikor og virksemi hjá lista- og mentanarøkinum sum heild, tað er tí at frøast um, at Føroyar taka undir við sáttmálanum, eins og flest øll lond í heiminum longu hava gjørt, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Yvirskipaða endamálið við sáttmálanum er at tryggja londunum rættin at reka mentanarpolitikk í egnum landi, at verja mentanarliga margfeldið og ásanna týdningin, ið mentanarligt margfeldi hevur fyri grundleggjandi mannarættindi. Harafturat er endamálið at fremja mentanarligt samstarv tvørtur um landamørk og fremja samstarv og samhaldsfesti við menningarlond til gagns fyri alt heimssamfelagið.

 Sáttmálin staðfestir rættindi, skyldur og møguleikar hjá pørtunum og vísir á, at mentanarligt virksemi, vørur og tænastur bera í sær samleika, virði og týdning, ið eru bæði mentanarlig og búskaparlig, og at atlit má takast at báðum. 

Tiltøk, ið sáttmálapartarnir fremja, kunnu millum annað fevna um lóggávu á mentanarøkinum, vinnu- og tænastufremjandi tiltøk, stuðulskipanir, ið fremja margfeldi, til listafólk, miðlar og íverkseting. Sáttmálapartarnir verða eggjaðir til at skapa góðar umstøður og at stuðla skapandi virkseminum hjá listafólkum, og víst verður í hesum sambandi serliga á kvinnur, minnilutar og upprunafólk.

Sambært UNESCO eru mentanarligu og kreativu vinnurnar millum skjótast vaksandi sektorar í heiminum. Mentanarligi sektorurin svarar fyri 6,1 % av heimsbúskapinum, og 30 mió. fólk, serliga ung fólk, starvast innan økið. Víst verður eisini til heimsmálini, har mentanarligu og kreativu vinnurnar eru avgerandi fyri at røkka málunum um ein javnari alheims búskap.

Í dag hava 195 lond umframt ES tikið undir við UNESCO-sáttmálanum. Undirtøka fyri UNESCO-sáttmálanum er harafturat ein fortreyt fyri limaskapi í ES-samstarvsætlanini Creative Europe 2021-2027, ið veitir stuðul til listaligar og mentanarligar verkætlanir umframt verkætlanir innan kreativar vinnur. Tað var føroyska UNESCO-nevndin, sum upprunaliga heitti á landsstýrið um at fáa UNESCO-sáttmálan settan í gildi fyri fyri Føroyar.

Innihaldið í sáttmálanum er mentamál, men av tí at talan er um at Føroyar taka undir við einum altjóða sáttmála, heitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, á Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, um at leggja uppskotið til samtyktar fyri Løgtingið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo