Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna skipar aftur í ár fyri tiltakinum Ungt Summar, ið er ætlað ungdómum í kommununi í aldrinum 13-15 ár.

Ungt Summar hevur til endamáls at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivnað millum tey ungu í summarfrítíðini.

Eins og í fjør verða ymsar skapandi verkstovur hildnar í býnum í juli, har tað ber til hjá teimum ungu at menna síni skapandi evni við kønari vegleiðing frá einum verkstovuleiðara.

Talan verður um verkstovur, ið eru á leið tríggjar dagar til longdar, ið øll 13-15 ára gomul í kommununi kunnu melda seg til. Allar verkstovurnar eru ókeypis. Tær flestu verkstovurnar eru frá kl. 11-15 hvønn dag, men tó eru møguliga onkrar verkstovur, ið byrja fyrr, og eisini onkrar, ið byrja seinni.

Í fjør vórðu verkstovur hildnar í millum annað e-sporti, heimasíðuskapan, livestroyming, sangskriving, seyming, smúkkugerð og tekning. Nakrar av hesum verkstovum vera aftur í ár, meðan nýggjar verkstovur eisini verða lagdar aftrat.

Nærri kunning um tilmelding, verkstovur og tíðspunkt kemur seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo