Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
Evni: Uppgerð av mótrokning í pensjónum
Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at pensjónin verður mótroknað árliga heldur enn loypandi?
2. Er nøkur ætlan um at broyta mannagongdina, so pensjónirnar verða mótroknaðar loypandi?
3. Um so er, nær verður arbeiðið væntandi liðugt?
Viðmerkingar:
Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning av pensjón verður uppgjørt árliga. Hetta hevur við sær, at pensjonistar, ið verða mótroknaðir, fáa eina rokning eina ferð um árið.
Hóast tað ber til at fylgja við og sjálvur rokna út, hvussu nógv skal gjaldast aftur, er hetta ikki nøkur løtt uppgáva.
Eisini eru tekin um, at pensjonistar, ið annars hava hug at arbeiða eitt sindur, halda seg aftur, tí teir eru bangnir fyri at raka loftið á 45.000 kr. um árið og harvið koma í vanda fyri at fáa eina rokning, tá inntøkugrundarlagið verður uppgjørt.
Um pensjónirnar verða mótroknaðar loypandi, vil pensjonisturin ikki merkja mótrokningina í sama mun, sum tá hon verður uppgjørd eina ferð um árið, og vandin fyri at fáa rokning, tá árið er liðugt, verður væl minni.
Hetta hevði tí eisini eggjað pensjonistum at arbeiða meira, tí ræðslan fyri at náa markið fyri, nær inntøkan verður mótroknað í pensjónini, helst hevði minkað munandi.
Á Løgtingi, 02.mai 2023
Hans Jacob Thomsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo