Føroyska náttúran, mentanin og blíðskapurin fáa rós í nýggjasta útgávuni av danska blaðnum Politiidræt, sum hevur fleiri frásagnir frá einum Føroyatúri í august.
Esbjerg Politi Idrætsforening skipaði fyri ferðini, har 103 fólk í aldrinum trý til 80 ár vóru við. Hetta var triði Føroyatúrurin hjá felagnum eftir líknandi ferðir í 2017 og 2021.
Á skránni vóru fýra kappingar í renning við korti og kumpassi, millum annað við Runavík, í Havnardali og í Havn.
Luttakararnir upplivdu eisini nógv annað. Tey sigldu undir Vestmannabjørgunum, vitjaðu í Gjógv, Gásadali og Kalsoynni og gingu til Trælanípu og úr Saksun til Tjørnuvíkar. Har sluppu tey eisini upp í føroyskan dans. Føroyskir løgreglumenn komu við føroyskum mati at royna, millum annað turrari grind, spiki og turrum kjøti.
Á heimferðini varð eisini skipað fyri einari heldur óvanligari kapping umborð á Norrönu, har umleið 64 fólk leitaðu eftir postum á ymsum dekkum umborð.
Í frásøgnunum verður ferðin lýst sum sera væleydnað, við stórum náttúruupplivingum og góðum felagsskapi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



