Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fíggjarmálaráðið hevur sent uppskot til løgtingslóg um Mínboks í almenna hoyring.

Mínboks hevur meiri enn 10 ár á baki og lýkur krøv um trygt talgilt samskifti, eisini í mun til dáturverndarlógina. Gjaldstovan yvirtók Mínboks í 2018 í sambandi við arbeiðið hjá Talgildu Føroyum og er Mínboks í dag ein sameindur partur av Vanganum. Mínboks lýkur ásetingar og standardar um talgilda atkomu, sum tryggjar, at so nógv sum møguligt fáa atgongd til postkassan.

Postur sum í dag verður sendur gjøgnum talgildu skipanina hevur tó ikki somu rættarligu støðu sum postur, ið verður sendur við pappíri og brævbjálva. Endamálið við lógaruppskotinum er at javnseta “vanligan” post við talgildan post, soleiðis at t.d. kunning millum stovn og borgara hevur somu rættarligu støðu, óansæð um hendan kunningin er talgild við Mínboks ella ikki. Lógarbroytingin er ein liður í arbeiðinum at gera samskiftið millum almennar stovnar og borgarar meira tíðarhóskandi og smidligt.

Borgarar skulu trygt kunna samskifta talgilt við almennar stovnar. Tí verður ásett sum krav, at almennir stovnar skulu samskifta umvegis Mínboks, tá ið viðkvæmar persónsupplýsingar ella trúnaðarupplýsingar verða sendir talgilt. Tað ber framhaldandi eisini til at senda slíkar upplýsingar við vanligum posti.

Fyri at rita inn á Mínboks, skulu borgarar hava Samleikan. Borgarar yvir 13 ár kunnu fáa Samleikan. Í dag eru 33.700 fólk eru skrásett sum brúkarar í Mínboks.

Uppskotið er til hoyringar á hoyringsportalinum hjá Landsstýrinum fram til 13. februar 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til fmr(at)fmr.fo í seinasta lagi 13. februar 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo