Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, nr. 52-048/2021 eftir § 52a í tingskipanini, um námsfrøðilesandi, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví er námsfrøði ikki raðfest í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022, so ein flokkur aftrat kann takast inn at lesa námsfrøði á Fróðskaparsetrinum?

2. Hvørjar nærri greiningar skulu gerast innan námsfrøðiútbúgvingina?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta námsfrøðilesandi, og um so er, nær koma ítøkiligar broytingar á økinum?

Svar

Til 1:
Uttanríkis- og mentamálaráðið metir tað verða týdningarmikið at útbúgva námsfrøðingar, sum eftir loknan lestur enda í teimum størvum, har starvsfólkatørvurin er størstur.

Sambært temafrágreiðingini Starvsfólk á vælferðarøkinum komandi 10 árini, sum Búskaparráðið handaði Uttanríkis- og mentamálaráðnum í apríl 2021, eru 63% av starvsfólkunum í Almannaverkinum námsfrøðingar, meðan bert 37% av starvsfólkunum á dagstovnaøkinum eru námsfrøðingar. Sambært Dagstovnalógini § 8, stk. 4, skal starvsfólkabýtið á dagstovnunum verða í minsta lagi 2/3 námsfrøðingar og 1/3 hjálparfólk.

Av hesi orsøk arbeiðir Uttanríkis- og mentamálaráðið við einum uppskoti um at umleggja verandi námsfrøðiútbúgving, soleiðis at námsfrøðilesandi koma at hava møguleika at velja tvey spor innan námsfrøði, ávikavist sosialnámsfrøði og dagstovnanámsfrøði. Hesi bæði sporini koma ætlandi at verða upptikin hálvárliga, har møguleiki verður at velja dagstovnanámsfrøði á sumri og sosialnámsfrøði á vetri.

Fyrimunurin við at skilja hesar báðar leiðirnar sundur er, at tað við hesum verður tryggjað, at dagstovnaøkið verður betri mannað av útbúnum starvsfólki. Somuleiðis er eisini tann fyrimunurin, at dagstovnanámsfrøði og sosialnámsfrøði hvør í sínum lagi kunnu mennast sum hvør sítt yrki, sum verður snikkað til júst tað starvsøkið, sum útbúgvingin er tilætlað.

Til 2:
Uttanríkis- og mentamálaráðið bílegði kanningina frá Búskaparráðnum, sum inniheldur eina greining av starvsfólkatroti innan námsfrøðiøkið. Tí verður ikki mett neyðugt at gera nærri greiningar fyri tann yvirornaða trupulleikan, áðrenn farið verður undir at útbúgva fleiri námsfrøðingar.

Tó verður Fróðskaparsetur Føroya eftirmett í hesum døgum, har serligt atlit verður tikið at Námsvísindadeildini. Møguliga kunnu úrslitini frá eftirmetingini geva ábendingar um, hvørs serligar fyriskipanir eiga at verða partur av hesi umlegging av útbúgvingini.

Til 3:
Tað verður mett sum ein uppraðfesting, at bygnaðarligu broytingarnar verða framdar.

Vónandi kemur skipanin at virka frá sumri 2022.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo