Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Hetta verður Melodi Grand Prix tá tað er allarringast, skrivar Jyllandsposturin og 'Dansevise' má vríggja sær í pínu beint nú, skrivar Politiken, og sipar til sangin sum Grete og Jørgen Ingmann vunnu við í London í 1963.

Jyllandsposturin gevur sangunum sum heild eina av seks møguligum stjørnum. Fleiri av sangunum fáa somuleiðis bert eina stjørnu, einstakir fáa fýra og I need your love hjá føroyska Janus Wiberg fær tríggjar.

Miðilin skrivar, at tá hvørki tónleikurin, lagið, teksturin ella røddin rigga, hvat er tá eftir, og sipar til sangin The Chase (Zoom Zoom) hjá songkvinnuni Chu Chu, sum Camilla Chu Xu Bjørner nevnir seg til dagsins høvi.

Jyllandsposturin sigur, at eitt sum dregur niður er, at fyri fyrstuferð í søguni er als ongin av sangunum á donskum. Og tað ger alt tiltakið fremmant og ópersónligt.

Um Janus Wiberg skrivar miðilin soleiðis: 

32-årige Janus Wiberg, der er født og opvokset på Færøerne, stikker trods alt ud med sin karakteristiske sårbare vokal, men balladen ”I Need Your Love” – skrevet i samarbejde med blandt andre Søren Balsner fra Carpark North – er forudsigelig og totalt blottet for originalitet.

Janus Wiberg er ikki ímillum tríggjar teir ovastu sangirnar, sambært veddingarfyritøkunum.

DR1 vísur danska Melodi Grand Prix klokkan 19 okkara tíð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo