

BirkBloggur: Í dag kom nýggi sangurin hjá Benjamin Petersen, Son of Fortune, Alone and Forsaken á talgilda Spotify marknaðin, og fæst eisini sum vælstoypt grammofonpláta av vinylslagnum í Tutlhandlinum. Útgávan er av Voodoo Pop útgávuni, sum er upptikin í Nashville.
Sangurin er ein sterk og innilig Hank Williamstulking við elgittaranum fremst fyri í døkku ljóðmyndini av einum 75 ára gomlum sangi, ið enn hevur universella kraft og styrki, eitt kvæði við mantriskari kraft, sum eingin annar hjá plátuskaldinum, ið eg enn seti í fremstu røð, Hank Williams.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo