At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Leygardagin 30. november var stórfingin útgávukonsert í SALT. Tað var bólkurin Hamradun, ið var á palli í samband við nýggju útgávu teirra, »Hetjuslóð«.

Millum áskoðararnar, í fullsettu hølunum, var Vesna Lokar úr Slovenia. Hon var komin allan vegin úr heimlandinum, bert fyri at hoyra Hamradun. Vesna hevur stóran alsk til Føroyar og føroyingar og fyri hana er Hamradun besta orkestrið. Ikki minst røddin á Pól Arna Holm.

Hon er nú farin heim aftur til Ljubljana, men heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu hevur sent henni nakrar spurningar, ið eru umsettir til tey, ið hava hug til at lesa eitt sindur meira um vitjanina.

- Eg eiti Vesna Lokar og komi úr Slovenia. Eg eri búnaðarfrøðingur, við serfrøði í býflugum og hunangi og eg elski býflugur. Eg eri mamma og elski at ferðast og uppliva heimin, fólk og ymiskar mentanir. Seinnu árini eri eg vorðin bergtikin av Føroyum. Mær dámar at súkkla, ganga og at dansa. Eg elski bøkur og góðan tónleik. Eg búgvi mitt í heimsins vakrasta býi, Ljubljana.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo