Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Anna Kathrina Højgaard, fødd úti á Reyni í 1954, letur upp forvitnisliga framsýning við fotomyndum í Mentamálaráðnum mikudagin tann 9. mars kl. 15.00 – 17.00. Heitið á framsýningini er "Úr øllum ættum koma myndir", og er tað við íblástri frá sanginum hjá Rasmusi Effersøe “Úr øllum ættum koma vindar”, sum tann dag í dag liggur djúpt í okkum føroyingum. Heitið lýsir framsýningina væl, tí veðrið hevur á ymiskan hátt stóran leiklut á flestu myndunum.

Anna Kathrina fór eftir lokið realprógv í ljósmyndalæru hjá Bambusi (Svend Poulsen) í Havn, har hon var í 2 ár, áðrenn hon fór niður til Danmarkar og gjørdi sína útbúgving lidna, t.v.s. tvey og eitt hálvt ár lærdi hon hjá donskum andlits- og reklamumyndatakarum.

Serliga er tað tíðin í Danmark, ið kom at mynda Onnu Kathrinu og hennara myndir nógv, tí  mitt í 70’unum komu nógv progressiv rák innan ljósmyndalistina. Eftir at hava lært alt grundleggjandi innan tað at taka myndir, so sum ljóslegging og ikki minst myrkakamararbeiði heima í Føroyum, fekk Anna Kathrina nýggjar og størri veingir av at síggja og læra nakað annað uttanlands. Hon bleiv liðug við meistaralæruna í 1975. Í Danmark arbeiddi Anna Kathrina eisini eitt skifti sum modell meðan hon var í læru, og lærdi hon sum myndatakari at súgva vitan til sín, tí tað vóru teir fremstu móta- og reklamumyndatakarar, ið hon arbeiddi fyri.

Anna Kathrina ynskti tó altíð at koma heim til Føroya aftur og hevur hon síðan arbeitt sum freelance saman við t.d. teknistovuni hjá Ingvør Nólsøe í nógv ár . Hon hevur havt framsýningar eitt nú í Smiðjuni í Lítluvík, á Várframsýningum, Danmark og á Ólavsøkuframsýningum.

Eisini fekk Anna Kathrina stóran áhuga fyri grafikki, sum á nógvar mátar ikki liggur fjart frá minimalistiskum fotohátti. Til ferniseringina verður tónleikur við David Eriksen, næmingi á Glasi / í Hoydølum, at hoyra. Tiltakið er ókeypis og eru øll vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo