Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál vardi ein tíma.

Tað var sera lítið at fáa av toski og eisini lítið at fáa av longu og tungu í mun til onnur ár.

Hinvegin var nógv at fáa av hýsu, hvítingsbróðri, svartkjafti og blálongu.

Nøgdirnar av reyðsprøku, upsa, brosmu og stóra kongafiski vóru nakað tær somu sum undanfarin ár.

Magakanningarnar vístu, at tað var sera lítið til av nebbasild, men toskur og hýsa vóru kortini rímiliga væl í holdum.

Túrfrágreiðing sæst her.

Rannsóknarskipið gjørdi eisini 29 hál á Føroyabanka, sum er eitt øki suður-vestur úr Føroyum og sum var friðað fyri mest sum alla vinnuliga veiðu frá 2008 til 2021. Har var støðan heilt øðrvísi enn á føroyska landgrunninum. Tað var nógv meira at fáa av toski í mun til onnur ár, soleiðis at nøgdin var tann størsta, síðan hesar yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996. Hetta var mest sera stórur toskur, tó at einstakir smærri toskar vóru uppií. Tað var eisini sera nógv at fáa av hýsu, tó at nøgdin helst er minkandi. Nøgdin av longu er komin niður á eitt vanligt støði. Magakanningarnar vístu, at tað var nakað til av nebbasild. Toskurin og stóra hýsan vóru rak í mun til onnur ár. Hetta er helst orsøkin til, at meira toskur kemur á línuna nú enn árini frammanundan.

Tilmæli um fiskskap á landgrunninum og Føroyabanka verður latið landsstýrismanninum, tá stovnsmetingarnar eru lidnar í november/desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo