Vaðhorn Seafood á Strondum minkaði ársúrslitið niður í minni enn helvtina í fjør í mun til fyrraárið.
Ársúrslitið gjørdist 2,8 milliónir krónur í fjør í mun til 6,5 mió kr í 2019.
Høvuðsvirksemið er at keypa, framleia og selja fiskavøru, bæði innan- og uttanlands.
Bruttovinningurin minkaði úr stívliga 38 mió kr í 2019 til 31,3 mió kr í fjør.
Onki ávíst verður sagt í leiðslufrágreiðingini um orsøkina til at søla og úrslit minka.
Fíggjarstøðan javnvigar við 81,5 mió kr, eginognin er 17,7 mió kr.
Jógvan Gregersen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo