Amerikanska verjumálaráðið hevur boðað frá, at avrættingin av fyrrverandi amerikanska majorinum Nidal Hasan verður víst beinleiðis á netinum. Hann skal avrættast við skjóting 3. desember.
Tað upplýsir ein kelda í amerikanska verjumálaráðnum sambært Reuters.
Í 2009 skeyt og drap Nidal Hasan 13 fólk á hernaðarstøðini Fort Hood í Texas. Harumframt særdi hann meira enn 30 fólk, áðrenn hann sjálvur varð skotin av einum løgreglumanni.
Í 2013 varð Hasan dømdur til deyða fyri álopið.
Amerikanski verjumálaráðharrin Pete Hegseth sigur, at ein bólkur av hermonnum skal standa fyri avrættingini, og at almenningurin skal hava møguleika at fylgja við.
Forsetin Donald Trump hevur góðkent avrættingina, sum verður tann fyrsta í amerikanska herinum síðani 1961.
Sambært Reuters verður hetta eisini fyrstu ferð síðani 1945, at amerikanski herurin avrættar ein deyðadømdan við skjóting.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



