Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

32 ára gamli Justin Mohn brúkti YouTube til at breiða út sínar konspirasjónsteoriir, sambært myndugleikunum

32 ára gamli Justin Mohn brúkti YouTube til at breiða út sínar konspirasjónsteoriir, sambært myndugleikunum

32 ára gamli amerikanarin Justin Mohn er ákærdur fyri dráp eftir at hava lagt ræðuliga video-upptøku út á YouTube.

Í videoni heldur Justin á avskorna høvdinum hjá pápanum, skrivar tíðindastovan AP.

Justin Mohn er ákærdur bæði fyri dráp og vanvirðing eftir hendingina, upplýsa amerikanskir myndugleikar tann 31. januar.

Drápsmaðurin var tikin týsdagin, 16 kilometrar frá ástaðnum í lítla býnum Levittown í deilstatinum Pennsylvania.

Pápin var funnin høvuðleysur inni á baðirúminum í egna heimi sínum og er eyðmerktur sum Michael Mohn. Pápi og sonur búðu saman.

Eisini NBC News og People Magazine hava skrivað um hendingina, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo