40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað hava amerikanski forsetin Joe Biden og týski kanslarin Olaf Scholz boðað frá í eini felags fráboðan, skrivar dr.dk. 

USA fer at útvega ukrainum Bradley-stríðsvognar, meðan Týskland fer at útvega teimum Marder-stríðsvognar.

Hetta eru lættir stríðsvognar.

Bæði londini ætla at veita ukrainum upplæring í, hvussu ein nýtir hesar stríðsvognarnar, stendur í felags fráboðanini.

Hetta hendir, eftir at Frakland í gjár tók somu avgerð um at senda lættar stríðsvognar til Ukraina.

USA og Týskland sláa í aðrar mátar fast, at tey fara at hjálpa Ukraina búskaparliga, hernaðarliga, humanitert og diplomatiskt, so leingi tørvur er á tí. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo