Fyrr trýtur streymur í á, enn kvinnu trýtur ráð
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í vikuni tendraði Vodafone tvær nýggjar 4G støðir í Vágum – eina í Sandavági og eina í Sørvági. Útbyggingin er partur av ætlanini hjá Vodafone at bjóða enn betur og skjótari farnet í oynni.

Fyrr í ár vóru tríggjar 4G støðir tendraðir á flogvøllinum, í Mykinesi og í Gásadali. Seinni í ár er ætlanin at tendra eina nýggja 4G støð í Miðvági. Hetta merkir, at við árslok er 4G um alla Vágum.

- Hægri ferð gevur eina betri uppliving, tá tú stroymar, ert á Facebook, lesur tíðindi ella leitar eftir upplýsingum, sigur Erland Simonsen, tekniskur stjóri á Vodafone. Tí arbeiða vit áhaldandi við at menna okkara farnet. Vit ynskja at framhaldandi slóða fyri, at føroyingar fáa skjóta atgongd til heimin rundan um okkum.

Vodafone hevur rist nógv í føroyska fjarskiftismarknaðin, síðan felagið byrjaði í 2001. Fjarskiftisveitarin var fyrst at bjóða 3G og 4G í Føroyum, og seinastu árini eru prísirnir á fjarskiftistænastum eisini lækkaðir nógv, m.a. við bíligari møguleikum til ung og familjur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo