Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin av fiskavørum vaks tvær milliardir krónur seinasta 12-mánaðarskeið (frá februar 2021 til januar 2022) samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Vøksturin stavar í størsta mun frá størri útflutningi av laksi. Nøgdin er vaksin 40% og virðið 45%. 

Útflutningsvirðið av makrel og sild er vaksið ávikavist 202 og 142 milliónir krónur og útflutta nøgdin av svartkjafti er farin niður í helvt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo