Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Ellivu teir fyrstu mánaðirnar av 2022 varð útflutt fyri 11,4 milliardir krónur, harav 10,4 milliardir krónur er fiskavørur. Somu mánaðir í 2021 var útflutningurin 8,9 milliardir krónur. Hetta svarar til 27% vøkstur. Í talvunum niðanfyri sæst, hvussu broytingin er býtt á einstøku fiskasløgini.

Útflutningsvirðið er vaksið fyri øll fiskasløg. Vøksturin stavar í høvuðsheitum frá prísvøkstri, tí útflutta nøgdin minkaði við 4%.

Laksaútflutningurin er vaksin úr 4 milliardum krónum upp í 5 milliardir krónur ella 27%. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 9%. 

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er vaksið 439 milliónir krónur ella 37%. Nøgdin er vaksin 6%. 

Útflutningurin til Russlands var 73 milliónir krónur í november 2022. 48 milliónir krónur av hesum er sild og 20 milliónur krónur er brenniolja og aðrar vørur til russisk skip.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo