Menniskjan livir sum um hon ongantíð fer at doyggja. Og doyr so uttan nakrantíð at hava livað
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp. Í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Tað er útflutt meiri í flestøllum vørubólkum.

Laksaútflutningurin vaks hálvaaðru milliard krónur ella 43%, hóast nøgdin einans vaks 19%. Fyri fyrstu ferð er útflutt fyri meira enn 5 milliardir krónur av laksi í eitt ár.

Útflutningurin av makreli er vaksin 617 milliónir krónur ella 94%.

Útflutningurin til Russlands er komin niður á 13 milliónir krónur í mai 2022. Hetta er søla av brennievni og øðrum til russisk skip.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo