Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Búskaparráðið: Galdandi  skipan loyvir borgarum at fáa sína egineftirløn útgoldna frá pensjónsaldri, meðan fólkapensjónin kann útsetast í 10 ár. Búskaparráðið mælir til, at fólkapensjónin og egineftirlønin fara í útgjald í senn, so til ber at mótrokna í  fólkapensjónini.

Í verandi skipan ber til at útseta fólkapensjónina í upp til 10 ár. Útgjald úr egnari eftirlønaruppsparing byrjar frá pensjónsaldri. 

Sostatt kunnu borgarar sleppa undan mótrokning í 10 ár við at fáa egineftirlønina útgoldna frá pensjónsaldri og ikki lata fólkapensjónina fara í útgjald, fyrr enn 10 ár seinni. Manglandi mótrokningin í fólkapensjónini hesi 10 árini, ið hon verður útsett, meðan egineftirlønin verður útgoldin, ger, at almennu útreiðslurnar til fólkapensjón verða størri, enn ætlað, og hetta ger haldførið verri.

Búskaparráðið mælir tískil til, at fólkapensjónin og egineftirlønin fara í útgjald í senn, so mótroknast kann í fólkapensjónini. Tað kann gerast við at krevja, at um borgarar velja at útseta pensjónina, so skal útgjaldið úr egineftirlønini eisini útskjótast.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #