Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Harmaljóðini úr Bø vaksa dag um dag úr Bø, tí kirkjan í bygdini stendur pakkað inn í hvítum plastikki á tíggjunda ári. Inni er so tætt, at kirkjufólkið fær bara sungið stuttar sálmar, og tað er tungt hjá presti at prædika. Marjun í Kálvalíð, prestur, flutti tí gudstænastuna annan páskamorgun til Gásadals.

Tað hugaði ikki Kirkjuráðnum í bygdini, og tey heittu tí á prest um at skipa fyri útigudstænastu niðri við lendingina undir Pakkhúsinum, tá hon kemur aftur úr Gásadali.

Hesum játtaði prestur, so í góðveðrinum í dag klokkan 13 verður høvi at lurta eftir gudstænastuni niðri undir Pakkhúsinum og framvið lendingini.

Kirkjuráðið vónar at nógv fólk leitar sær til serligu útigudstænastuna har bússan gongur til frama fyri at skunda undir umvælingina av kirkjuni í Bø.

Anna Sofía Nordendal er deknur á landi, meðan Gunnar Nattestad ansar eftir trygd og syngur fyri á sjónum.

Í Bø 1. apríl
Bíggjar kirkjuráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo