Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ein 67 ára gamal maður úr Litava, sum var við í einum útlendskum ferðalagi er í morgun deyður, helst av einum hjartatilburði, tá hann var á útferð í Vágum.

VP frættir, at ferðalagið, eini 40 fólk tilsamans, var á veg til gongu út á Trælanípuna, tá fólkini knappliga varnaðust, at ein manglaði. Tá tey fóru at leita, funnu tey mannin liggjandi á vegnum niðan til Miðportur í Miðvági.

Hóast lækni og sjúkrabilur vórðu boðsendir kundi skjótt staðfestast, at maðurin var deyður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo