Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot til kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023 til hoyringar.

Eftir uppskotinum sleppa línuskip og útróðrarbátar aftur at royna á Føroyabanka í 2023.

Skipanin í 2023 er tó broytt samanborið við 2022.

Býtið av fiskidøgum millum bólkar er øðrvísi enn í 2022. Útróðrarbátarnir fáa lutfalsliga fleiri dagar, enn teir høvdu í fjør, og línuskip lutfalsliga færri dagar. Ásett verður, at línuskip bert kunnu royna á Føroyabanka eftir hálvan august.

Skipanin fyri útróðrarbátarnar undir 15 tons í bólki 5 er eisini broytt. Í ár verður atgongdin avmarkað, so at tað eru teir vinnuliga virknastu bátarnir, ið sleppa á Bankan. Fyri at fáa loyvi, skal báturin hava avreitt fyri 500.000 kr. ella meira minst eitt av seinastu trimum árunum. Bátar, ið lúka treytina, og sum ætla sær á Føroyabanka í 2023, skulu innan ásetta freist søkja Vørn um fiskiloyvi.

Í fjør fiskaðu útróðrarbátar undir 15 tons av felags fiskidøgum uttan avmarkingar. Hetta verður nú broytt soleiðis, at eitt hámark verður sett fyri hvønn bátin.

Sum nakað nýtt verður ásett, at øll veiða av Føroyabanka skal seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Hetta verður gjørt, fyri at veiddur fiskur skal vera atkomuligur fyri fiskavirkini í Føroyum.

Eftir uppskotinum til kunngerð eru samanlagt 330 fiskidagar tøkir á Føroyabanka í 2023. Hetta er meira enn teir 200 dagarnir, ið Havstovan mælir til. Mett verður kortini ikki, at hetta ger, at veiðitrýstið á Bankanum verður samsvarandi størri, ella at ein gongur stovninum á Føroyabanka ov nær. Ein orsøk er, at í ár verða lutfalsliga fleiri dagar latnir útróðrarbátum. Hesir bátar draga vanliga ikki líka nógvar húkar hvønn fiskidag sum línuskip. Ein fiskidagur hjá einum útróðrarbáti er tí ikki líka effektivur sum hjá einum línuskipi.

Harafturat telur sigling út og inn av Bankanum við, tá dagabrúkið hjá línuskipum og størru útróðrarbátunum verður gjørt upp. Hjá bátum undir 15 tons telur hvør túrur ein fiskidag.

Uppskotið til kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023 kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo