Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Fiskidagatalið hjá útróðrarbátum (bólki 4) minkað við 20 prosentum og ætlanin um at steingja økir

Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin einans at lurta eftir útsøgnini hjá Havstovuni frameftir, uttan at taka útróðrarmannin við í metingini, um ella hvussu nógvir dagar skulu skerjast?

2. Í hvønn mun hevur landsstýrismaðurin ráðført seg við útróðrarmannin, nú fiskidagatalið er minkað við 20 prosentum?

3. Hví metir landsstýrismaðurin, at tað eru útróðrarbátarnir, sum er orsøkin til, at fiskastovnurin ikki er so væl fyri?

4. Hvussu nógvir útróðrarbátar eru nú í Føroyum í mun til fyri 10 árum síðani?

5. Hvørjar friðingar ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri útróðrarbátar í bólki 4?

6. Er endamálið við fækkandi fiskidøgum og stongdum leiðum at forkoma øllum útróðrarflotanum við tíðini?

Viðmerkingar:
Nú Havstovan enn einaferð boðar frá, at neyðugt er at fækka fiskidagar umframt at steingja økir hjá útróðrarflotanum, er áhugavert at fáa at vita, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at hoyra/lurta eftir útróðrarmonnum, sum alt annað líka eru serfrøðingar á økinum. Hesir, sum allarhelst kenna mest og best til fiskiøkir, vind og streym umframt at fiska burðardygt. Ella ætlar landsstýrismaðurin at skúgva hesa vitan til viks, tá avgerð skal takast, sum fer at merkja lagnuna hjá útróðrarmonnunum, og arbeiðspláss teirra er í vanda.

Øll vita, at uttan primeru vinnunu (fiskivinnuna) var fátæksligt bæði í sekunderu vinnuni og eisini í tertieru vinnuni (tænastuvinnuni). Við øðrum orðum: uttan sjófólkið høvdu vit ikki hetta einastandandi vælferðarsamfelag, sum vit hava í dag. Og tað eiga vit at duga at virða.

Útróðrarmenn eru sera ótryggir um íkomnu støðuna. Spurningurin er, hvør framtíðarstøða útróðrarmansins verður. Spurningurin er eisini, um landsstýrismaðurin er í ferð við at forkoma øllum útróðri í Føroyum. Um hildið verður fram við at skerja dagar og avmarka økir, so er fáu útróðrarbátunum, sum eftir eru, ikki lív lagað.

At lurta blint eftir fiskifrøðingunum áttu vit havt lært av, tá hugsað verður um, hvussu oftani hesar metingar og útsagnir ikki hava hildið. Rættast hevði verið, at myndugleikin ikki bara tekur tað fyri góða vøru, sum Havstovan ella fiskifrøðingar koma við, men eisini lurtar og tekur tað til eftirtektar, sum okkara sjómenn vísa á.

Útróðramenn, sum hava servitan frá teirra arbeiði á sjónum, sum teir á landi ikki hava sama møguleika til.

Vanligt er, at tá tað snýr seg um arbeiðspláss á landi, verða starvsfólkini ella umboð teirra hoyrd, áðrenn avgerðir verða tiknar. Undarligt, um hetta ikki er sama mannagongd, tá tað snýr seg um útróðrarmenn.

Á Løgtingi, 30. januar 2024
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo