Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Framløga í Løkshøll í kvøld, har Fólkaflokkurin skipaði fyri fundi undir heitinum "Vinnu- og fullveldispolitikkur."

“Menniskjan doyr, um tú tekur breyðið frá henni, men uttan dreymar fánar hon burtur.” Soleiðis tekur Jón Kalman Stefánsson til í bókini “Harmur einglanna.” Kom at hugsa um hesi orðini, táið eg sá heitið fyri hendan fundin: Vinnu- & fullveldispolitikkur.

Jens Pauli Heinesen skrivaði einaferð ein sjónleik undir heitinum: Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi? Um Anniku í Dímun. Heitið fyri hendan fundin gav mær somikið av høvuðbrýggi, at eg fór at ivast í hvønn stakkin eg skuldi fara í til høvið. Tann persónliga sum ivaleysur loysingarmaður, tann politiska sum fyrrverandi umboð fyri ein flokk á fleiri mótum ella leiklutin sum borgarstjóri umboðandi ein borgaralista, sum absolutt onki hevur við nakran politiskan flokk í Føroyum at gera - yvirhøvur?

Fyri ikki at koma í trol við meg sjálvan, valdi eg at skiva hetta sundur í tveir partar.                                             

  1. Fullveldi
  2. Vinna

hóast eg fullvæl veit, at hesi fyribrigdini hanga treytaleyst saman, á sama hátt sum so mong onnur samfelagshøpi hanga uppi við, fyri at eitt sjálvstøðugt vælferðarsamfelag yvirhøvur kann hanga saman.

1. Fullveldi
Fullveldi, lýðveldi, tjóðveldi, nationalstatur ella republikk – heitini eru mong, men mín fatan er, og hevur altíð verið, alt síðan tað degnaði fyri mínum politiska forstandi, at júst hesin spurningurin fyrst av øllum er grundvøllurin sum treytar alt annað. Á sama hátt sum øll fullborin menniskju hava skyldu til at standa uppi av sær sjálvum, at megna dagin og vegin, fíggjarliga og sum samfelagsborgarar, so eigur ein tjóð at ganga undir hesar somu sjálvsøgdu treytir. At skipa ein suverenan struktur kring um seg sjálva, fyri at veita sær sjálvum javnbjóðis rættindi við aðrar sjálvstøðugar tjóðir í hesum heimi.

Eitt nationalt skeyti í onkrari hissini kommoduskuffu í Keypmannahavn, og ein kolonial árlig peningainnspræning, sum bert fremur javnsvarandi leti, darvar framtøkuni á øllum mótum, serliga í menningarhugsan, soleiðis, at tjóðin mest av øllum er álík einum dvørgi, ið ætlar sær at gerast heimsmeistari í kurvabólti. Tú fært ikki flutt teg, um tú ikki veitst hvar ið tú stendur, og hvussu skal tú koma á nakað mál eftir einari kós, um tú ikki kennir verandi stjórnarskipanarliga knattstøðu?

Strategiskt verður hetta berandi undir øllum øðrum samfelagsmálum. Vinnu, infrastrukturi, handli millum lond o.s.fr. Tað ræður fyrst av øllum um at ráða sær sjálvum, at taka ábyrgdina av sær sjálvum og út frá hesi meginfyritreyt at leggja allan annan politikk til rættis, soleiðis, at vit fáa eitt vælferðarsamfelag fyri øll. Ítøkiliga fyri øll – eisini tey sum ikki komu fullborin inn í hendan heimin. Alternativið er alkent, danskt heimastýri í trífjerðingsøld, við skerdum manøvrumøguleikum, ábyrgdarleysum politikarum, sum lata kreppurnar stjórna landinum, og bert hava sær eitt fyri eyga at sita flógvir og hugsjónarleysir, sum lønartrælir, við hinar donsku heimastýrisradiatorarnar á Vaglinum og úti á Tinganesi. Halda vit fast um hesa kósina, so stýra vit lúkst inn í ta næstu kreppuna, tað svitast ikki, nær ið hon so kemur. Um 3, 5 ella um 10 ár. Konturarnir síggjast longu í havsbrúnni. Fáur tosaði um kreppu í 80´árunum - La Belle Époque – fyrrenn alt skræðnaði fyri 31 árum síðan, og vit gjørdust áskoðarar til heimsins størstu fíggjar- og búskaparligu kreppu – lutfalsliga eftir fólkatali.

Man tað vera soleiðis, at tað finnast foreldur at børnum, ið taka tey fyrstu fetini, sum siga teimum, at frægast er at vera liggjandi ella sita, tí onkur annar fer altíð at taka um endan, táið avbjóðingarnar koma? Man grannin ikki fara at rætta tær eina hjálpandi hond, um tú ikki tímir at brúka viðføddu evnini? Hví skal tú skræða teg sundur, um onkur annar fær leskað teg úr lógvanum við eitrandi kraftfóðri? Ja, hví stundar heimaærin skotrandi upp at stólpanum við úthurðina og bíðar eftir breyðmolum, av gomlum vana, táið grasið spríkir upp úr jørðini so víða sum hon sær?

2. Vinna
Samanbera vit Føroyar við oyggjarnar sunnanvert okkum, so er ongin ivi um, hóast allan hin sorgartunga missin undir seinra veraldarbardaga, at tjóðskaparliga tilvitið, sum hendan tíðin kveikti, hóast donsku heimatýrislógina, hevur verið samfelagsliga til eggjanar á flestu mótum, hóast kreppur hava rakt okkum, - mest av egnari vanstýring og bygnaðarliga íbygdum ábyrgdarloysi.

Meginkreppan var í 1992, og sambært Ný Sælendska búskaparfrøðinginum Patrick Caragata, ið var settur at eftirmeta orsøkina og standin, var niðurstøðan hendan: What was the overall cost of the Great Economic Crisis? Roughly, 13,6 billion kroner.

Ja, hvat var samlaði kostnaðurin av stóru kreppuni fyri bara 31 árum síðan? 13,6 milliardir danskar krónur í rentuútreiðslum, veðhaldsútleggum, stuðli til fiskivinnuna, vøkstri í bruttoskuldini og mistari bruttotjóðarúrtøku. Ein búskaparlig tsunami, sum var atvoldin til, at vit mistu ein trivaligan part av fólkinum. Mong teirra komu ongantíð aftur, - móðurlandið gjørdist teirra fíggindi. Vit fóru so logandi av knóranum á luksusklassa.

Ein søga, av mongum, frá hesari tíðini, frá 1977 fram til 1992, var tá ein av nógvum bygdum skuldi byggja sær eitt flakavirki, hesi skuldu jú vera á hvørjum tanga, lokið á landskassanum stóð altíð opið, og ein bólkur av monnum hevði kallað bygdarfólkið á fund í dansistovuni til stovnan og fyri at savna inn eginpening, tað ráddi jú um at fáa arbeiðspláss til vega. Fiskastovnar, burðardygd og annað var óviðkomandi. Væl av fólki var møtt, bólkurin hevði ein ríkisgóðkendan grannskoðara, sum eisini var politikari, við sær, sum ráðgeva, og táið bólkurin hevði lagt verkætlanina fram, var tíðin komin til spurningar úr salinum.

Ein dani, búsitandi í bygdini, spurdi sum tann fyrsti: “Hvor meget skal man regne med at få i dividende, hvis man investerer í projektet?” Bólkaleiðarin fyri stóru verkætlan bygdarinnar var sjónliga órógvaður av spurninginum, geislin millum høvd og kropp syftist sum eitt slitið gardanlið, hann hevði ikki hoyrt orðið dividende áður, og til endans kom ráðgevin honum til hjálpar, jú, hetta snúði seg um at fáa nakað burturúr afturfyri at seta pening í eina fyritøku. Vinningsbýti. Í grundini var tað eisini líkamikið, spurningur og svar, vinnukultururin var um tað mundið soleiðis samanskrúvaður, at tað mesta av vinnuni crawlaði niðri í landskassanum, - tann kimiligasti kundi súgva sum mest í seg í fólksins kassa. Minnist at vit einaferð, seinast í sjeytiárunum, landaðu kongafisk á Bacalao, avreiðingarprísurin var 27 oyru fyri kilo og avrokningarprísurin var 2 krónur og 68 oyru fyri kilo. Landskassin borgaði fyri munin, og um somu tíð avreiddu íslendingar kongafisk niðri í Cuxhaven fyri 10 krónur kilo. 6. oktober í 1992 gjørdu danir statskvett – ella eitt heimastýriskvett – umvegis peningastovnarnar. Politiska skipanin varð sett undir umsiting og umsjón av dønum, teimum, sum enn eiga skeytið til matrikkulin Føroyar. Vit fóru á heysin undir fullum seglum – við fullum blokki og vitleysari lántøku. Avleiðingarnar vóru náðileysar. Restin er søga.

Og nú standa vit her í 2023. Í Løkshøll. Hava vit lært nakað, ella skal nemesis raka okkum aftur? Ella, skulu hesar afturvendandi kreppurnar, við einari cyklus á 30-40 ár, aftur sleppa at foykja alt omanav heimstýrisskútuni enn einaferð?

Hvat ilt ið kreppan fyri góðum 30 árum síðan annars var, so broytti hon vinnukulturin. Nú bar ikki longur til at rista breiðar álir av øðrum herðum, fólksins kassi var komin í trot, og aðrir ráddu nú fyri øllum, sum Tróndur í Gøtu tók til á sinni. Meðan vinnan vinnur sín pening við dugnaskapi og skilagóðum íløgum - umvegis loyvir til nýtslu av fólksins firðum og svimjandi tilfeingi - so hevur politiska valdið rættin til við lóg og kunngerðum at áseta landsins provenu - tøku- og veiðigjøld. Hesi fara lúkst inn í raksturin av samfelagnum, ið sum er ikki hongur saman, hóast mesta hákonjunktur í landinum nakrantíð. Spurningurin er so, um tað verður politiskt útgjarðingartemperament sum kemur at stjórna fíggjar- og búskaparpolitikkum, ella um nakar við landsins stýrisvøl hugsar um neyðugu javnvágirnar, langtíðarbalansarnar, nú ein trivaligur partur av inntøkum landskassans vera borgaðar við omanfyrinevndu gjøldum.

Í politiskt ásettum lønarlyfti verða samráðingar á arbeiðsmarknaðinum suspenderaðar, arbeiðstíðin sett niður til 37 tímar og ætlanin er sogar at veita skattalættar. Inntøkur verða skerdar við sanktiónum móti einum krígsførandi landi, tað er til at skilja, men hví eitt danskt heimastýri skal standa ovast á sigursskamlinum í so máta er kanska verri at skilja. Størsti búskapurin í Europu, Týskland, minkaði um útflutningin til Ruslands við 47% fyrsta ársfjórðingin í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í hesum somu tíðarskeiðum, frá ári til ár, vaks útflutningurin hjá týskarum, frá 2022 til 2023, til Kirgisia við 949%, til Georgia við 92%, til Kasakstan við 136%, til Armenia við 172% og til Tadsjikistan við 154%. Hetta visti tíðindastovan Reuters at siga frá týska hagtalsstovninum um dagarnar, og ongin ivast í hvar ið hendan vøran endar, at hon fer um mørkini til stóra grannan, táið Armenia, Belarus, Kasakstan og Kirgisia eru í tollsamgongu saman við Ruslandi. Kapitalur og vinna snúgva sær skjótari enn politiskar skipanir. Tað næsta verður helst, at landsstýrið steðgar øllum útflutningi til Ruslands og at fiskiveiðisamstarvið verður slitið í heyst. Lagnurnar speisemi er tað eisini, at sanktiónstrýstið á landsstýrið bert kemur úr Danmark, umframt frá føroysku fólkatingsumboðanini, meðan eitt nú danskar fyritøkur, sum Espersen og Kangamiut, innflyta russiskan fisk í stórum milliarda stíli til virkingar og víðari sølu, og undanførsla teirra er, sum vera man, at tey reka ikki politikk men handil.

Alt hetta kann ikki fáa aðra avleiðing enn hana, at landskassin heilt skjótt kemur undir eitt kolonormt trýst av rikna politikkinum, hóast vaksandi veiði- og tøkugjøld. Spurningurin er so hvussu ein republikk skal fáast at hanga saman, táið landsstýrið ikki megnar at fáa eitt danskt heimastýri at hanga saman. Ein møguleiki er at tátta skrúvuna meiri á vinnugjøldini, men hetta fær avleiðingar fyri íløgufrekvensin, og bítur seg sjálvt í halan við tíðini.

Løgmaður er stjóri fyri landsins nógv størstu fyritøku, og saman við 8 undirstjórum stjórnar hann almenna sektorinum. Man nakar nakrantíð hava hugsað tankan, at hendan fyritøkan kann effektiviserast? Ella situr man bara sum áskoðari og rekur kenslupolitikk á la Facebook og øðrum sosialum miðlum heldur enn realpolitikk, nú útreiðslur landskassans fara tvísporandi frá inntøkunum, sum man tilvitað ætlar at minka um? Tað skal annar lútur til, um ætlanin er at fíggja eina republikk. Tað fyrsta sum má gerast er at seta ein rationaliseringsekspert inn á almennu røkurnar, kontu fyri kontu, starv fyri starv, stovn fyri stovn, til tess at skarva burturav óneyðuga skúminum, sum ein skikkaður týskur ella japanskur økonomur hevði minkað um við einari milliard krónum eftir einari løtu. Endamálið er at fáa balansarnar uppá pláss aftur í samfelagnum. Eisini millum samfelagsrakstur og vinnu.

Sum borgarstjóri, fyri at fara í tann stakkin aftur, kann eg eisini staðfesta, at Runavíkar kommuna er tann kommunan í landinum sum verður nógv harðast rakt av landsstýrisins politikki. Samsvarandi útlitunum av rikna politikkinum, havi eg boðað fíggjardeildini frá, at inntøkurnar í minsta lagi fara at vera einar 15-20 milliónir krónur lakari enn tær annars høvdu verið í 2024. Fyritreytirnar eru av landspolitiskum átøkum broyttar soleiðis, at vit frameftir fáa ein nógv minkandi búskap í kommununi. Av lønarhækkingum, havnastongsli, mistum arbeiðsplássum og harvið skattakrónum, minni partafelagsskatti og tað ger sjálvandi ikki støðuna betri, at ráðharrin í fiskivinnu og Suðuroyartunli hevur flutt makrelstuðulin frá flakavirki-num í býnum til onkran av sínum vinum og kanska veljarum. Destabilisering tykist vera kreddan hjá valdinum í løtuni.

Hinvegin skal kortini staðfestast, at tað er líkamikið, hvør ið situr fyri valdinum, og hvør ið er í andstøðu ella øvut. Fólkaflokkur, Samband, Javnaður ella Tjóðveldi. Bygnaðurin við ongari eyðmerktari ábygrd er trupulleikin. Heimastýrið er problemið – eisini tí er tørvur á treytaleysum tjóðskaparligum sjálvræði.

Í mínum høvdi er fullveldismálið ikki eitt partapolitiskt mál, sum fer at vera loyst á Føroya løgtingi, sum ikki er annað enn húsavørðurin hjá donsku maktini í Føroyum. Havi eina vón um at fólkið einaferð fer at taka seg saman, og ikki fyrrenn tá fæst ábyrgd inn í skipanina soleiðis, at tjóðin kann stjórnast eftir neyvt givnum fyritreytum.

Lat orðini hjá Mikis Theodorakis, sála, vera tey seinastu á hesum sinni. Hann tók til tey, meðan hann saman øðrum stríddist ímóti fascistisku hernaðarjuntuni hjá Geórgios Papadopoulos.

Smíðið eina sterka
patriotiska eind.
Samskipið ein intensan
bardaga fyri frælsinum,
tað finst ongin annar
vegur enn hin náðileysi
bardagin, haðartil tú
hevur sigrað endaliga.
Og lati okkum ongantíð
gloyma
at frælsi fæst ikki
tað má vinnast.

Táið drongurin og postmaðurin Jens - hjá Jóni Kalman Stefánssyni - sótu fastir í einum skalvi eina kolandi ódnarnátt á íslendsku fjøllunum, og stardu beinfrystir, kaldir og svangir, inn í eyguni á hvørjum øðrum, hugsaðu teir báðir, at: “Hevur devulin onkuntíð skapt okkurt í hesari verð, umframt pengar, er tað jarðrok á fjøllum.” Kortini skal hann til, peningurin, og hús skal haldast við skili. Kortini sigur hann eisini, Jón, sum áður sagt, at: “Menniskjan doyr, um tú tekur breyðið frá henni, men uttan dreymar fánar hon burtur.”

Tað er dreymurin um tær frælsu Føroyar sum stendur mær fremstur av øllum, hann kann gerast veruleiki, men til tað krevst tjóðskaparlig vísjón, politiskt handalag og skilvísi. Og øll mega vit gerast ein partur av hesi verkætlan, bara soleiðis kann hon eydnast.

Við hesum hevur ein borgarstjóri og persónurin handan borgarstjóran sagt sína hjartans meining.

Takk fyri høvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo