Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað skal loysa seg at liva í Føroyum, eisini um ein arbeiðir uttanlands.

Eingin føroyingur, sum arbeiðir uttanlands, skal rinda dupult. Tíverri hevur tað verið so í nógvum førum.

Fólkaflokkurin hevur longu fingið nógvar forðingar burtur, men framvegis er nakað eftir á mál.

Tá tað kemur til skatt eru politiskar kreftir, sum vilja skatta uttanlandsinntøkur dupult. Tað verður ikki við Fólkaflokkinum.

Við pensjónum hava vit tryggjað fólkum, sum arbeiða í Grønlandi og Danmark undan at rinda dupult til pensjón.

Vit hava eisini tryggja, at tey sum rinda til Folketrygg í Norra, ikki eisini skulu rinda í Føroyum.

Men enn er langt á mál, tí pensjónsuppsparing í øðrum londum verður ikki góðtikin her.

Yvirmenn á norskum fiskiskipum hava havt avbjóðingar.

Helt vit høvdu loyst trupulleikan, men onkran snávingarstein hevur Fólkayvirlitið funnið.

Tað mugu vit loysa.

Fólkaflokkurin sær sera stóra týdningin av uttanlandsinntøkum.

Vit vilja kempa fyri rættvísari skipan fyri hesi eisini.

Eingin skal rinda dupult, tað vilja vit tryggja.

Jørgen Niclasen, valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo