Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum
Evni: Útvarpið hjá KVF í tunlum kring landið

Spurningar:
1. Í hvørjum tunlum kring landið hoyrist útvarpið hjá Kringvarpi Føroya?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at skipa fyri, at útvarpið hoyrist í fleiri tunlum?

3. Hvør er ætlanin við hesum í tunlunum, sum er ávegis, herundir í tunlunum norður um Fjall, Dalstunlinum og Famjinstunlinum?

Viðmerkingar:
Í fleiri tunlum kring landið hoyrist útvarpið hjá Kringvarpi Føroya og í summum førum eisini aðrar rásir, har til dømis Eysturoyartunnilin hevur sína egnu rás við einum verki, sum er gjørt til tunnilin.

Hetta eru tænastur, sum borgarar, ið ferðast í tunlunum kring landið annaðhvørt í sínum starvi, til og frá arbeiði ella av øðrum orsøkum eru fegin um og njóta gott av.

Tað kann eisini vera ein spurningur um trygd, har útvarpið hjá Kringvarpinum er ein partur av tilbúgvingini. Tað er helst avmarkað, hvussu ofta tað er viðkomandi í teimum tunlunum, har útvarpið ikki hoyrist í dag, men tað kann vera sera álvarsligt, um ein slík støða er. Tí er tað eisini ein spurningur um kensluna av tryggleika hjá teimum, sum brúka hesar tunlarnar.

Kringvarpsgjaldið er heldur ikki onki eftir hondini, og tað skal rindast uttan mun til, um útvarpið hoyrist ella ikki. Tað eru helst fleiri bólkar, sum av ymiskum orsøkum ikki brúka Kringvarpið, men tað er fyri summi ein keðilig kensla at rinda fyri eitt útvarp, sum mann ein part av tíðini ongan møguleika hevur at hoyra.

Sum skilst er støðan kring landið ikki eins, og tí er viðkomandi at vita, hvør tankagongd liggur aftanfyri raðfestingarnar í hesum sambandi og hvørjar framtíðarætlanir eru á økinum.

Á Løgtingi, 8. mars 2023
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo