

Løgreglan: Eitt felags átak hjá Føroya Politi og TAKS førdi í gjárkvøldið til, at funnin vóru knappliga 10 kg av hassji í einum persónbili í Havn.
Fólkini, ein maður og ein kvinna, sum vóru í bilinum, vóru handtikin.
Handtøkan førdi við sær, at ein maður afturat varð handtikin umborð á einum skipi, sum stutt frammanundan var komið til Føroya úr útlondum.
Øll trý fólkini vóru av ákæruvaldinum framstillað í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti seinnapartin í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo