Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Almennir pengar hava bygt teimum bústað og tey tjena kassan upp á at leiga síni egnu hús út.

Sjálvur havi eg staðið á bíðilista hjá Bústøðum í 3-4 ár og havi júst fingið at vita, at eg nú eri uml nummar 12-1400 á bíðilistanum.

So ikki er pláss fyri mær hjá Bústøðum.

Havi nú hoyrt, at onkur hevur fingið bíliga íbúð frá Bústøðum. So viðkomandi hevur leigað síni egnu hús út fyri 15.000 kr um mánaðin, ella 180.000 kr um árið.

Skattalógin er lagalig, so viðkomandi skal einans rinda 20.000 kr í skatti.

Havi skilt, at viðkomandi leigar frá Búðstøðum fyri uml. 8.000 kr um mánaðin íroknað el og hita.

So eftir skatt hava viðkomandi í veruleikanum ókeypis búðstað frá tí almenna, umframt 64.000 kr eyka í lummanum.

Um leigað var út til airbnb, so vóru lummarnir enn fullari.

Er rímiligt, at tað almenna byggir bústaðir til at gera vælbjargað enn meira vælbjargað.

Alt meðan eg eftir 3-4 árum standi nummar 12-1400 á bíðilistanum og eri ikki í nánd av eini íbúð.

Er einki mark fyri, hvat skattgjaldarans pengar kunnu brúkast til?

Ørkymlaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo