Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað kemur at landa síðst í vikuni. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, tvey við Grønland og so eru trý á Íslandsrygginum. Tey fiska mest tosk og so hýsu, longu, brosmu, blálongu og svartkalva.

Streymurin er rímuliga harður, men linkar spakuliga sum vikan gongur. Veðrið verður gott fyrst í vikuni, men móti endanum á vikuni sær út til at veðrið ikki verður so gott. So vit vænta hampuligan nógvan útróður fyrst í vikuni, men minni síðst í vikuni. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Fiskaríið er brúkiligt.

Allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men fara út tá veðrið batnar.

Allir partrolararnir liggja við bryggju, men fara út tá veðrið batnar.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men fara út tá veðrið batnar. Væntandi fer onkur út á Skeivabanka at fiska havtasku.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo