

Nýggjársaftan í Danmark í ár kann gerast søguliga heitur, skrivar tv2.dk.
Í fjør vórðu máld 10,4 hitastig nýggjársaftan, og hetta er tað heitasta nakrantíð fyri eitt gamlaárskvøld í Danmark.
Men nú, longu eitt ár seinni, er líkt til, at hetta metið verður sligið.
Tað fer at regna í nærum øllum landinum í annaðkvøld, og hitin kann fara upp um 12 stig.
Tað verður heitast millum klokkan 17 og 20, tá ið hitin verður millum 11 og 12 stig, onkustaðni heilt upp í 13 hitastig, skrivar tv2.dk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo