Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Árið í fjør gjørdist eitt gott ár hjá Vága Floghavn. Ársins bruttoúrslit gjørdist 35.073 t.kr. ímóti 39.276 t.kr. í 2017.

Úrslitið eftir skatt er eitt yvirskot á 5,3 mió. kr. ímóti 9.096 t.kr. árið fyri.

Leiðslan metir, at úrslitið er nøktandi hóast lækking frá árinum fyri.

Orsøkin til lækkingina er serliga avskrivingar, ið eru øktar við 2,2 mió. kr. samanborið við 2017.

Vøkstur
- Fyri Vága Floghavn er árið 2018 nógv merkt av vøkstri. Ferðafókatalið er økt við 10,7%, ið svarar til 36.425 fólk um flogvøllin. Farmurin er øktur við 945 tonsum. Parkekringsplássið er nú nærum 850 parkeringspláss tilsamans.

- Eftirspurningurin til bilaútleigan er økt nógv. Sølan í Duty Free er økt. Talið av hýruvognum og bussum er vaksið. Hesin vøkstur leggur trýst á bygningar, skipanir og ikki minst á starvsfólki, sigur Gudny Langgard, men leggur afturat, at hetta er tó ein hugagóð avbjóðing.

- Málið hjá okkum er at veita góða tæanstu til øll ferðafólk og vitjandi á floghavnini til ein rímiligan kostnað. Tað meta vit, at vit megna í dag, hóast vøskturin krevur, at vit altíð hyggja eftir betringum, bæði langsiktaðar og stuttsiktaðar, sigur stjórin.

Í 2018 hevur Vága Floghavn serliga lagt orkuna í ábøtur uttanfyri farstøðina. Lonir eru bygdar á parkeringsøkinum, so fólk kunnu ganga turrskødd til og frá bilunum.

Ferðslan er skipað og skelta og nýggj parkeringskipan er keypt, ið er munandi lættari og betri fyri viðskiftafóklini at nýta. Arbeitt hevur verið við at stytta um bíðitíðirnar, bæði í samband við check-in og í trygdareftirlitinum. Hetta er gjørt við dagførdari útgerð og nýggjari tøkni. Harumframt er upplatingin av trygdareftirlitinum víðkað til 2 tímar undan fráferð.

Broytingar í nevnd
Á aðalfundinum hjá Vága Floghavn, sum var týsdagin 30. apríl, vórðu broytingar gjørdar í nevndini.

Aðalfundurin valdi 3 nýggj umboð í nevndina, umframt nýtt starvsfólkaumboð.

Nýggja nevndin er Regin Hammer, Gunn Møller, Jógvan Páll Lassen og Oddjørg Højgaard.

Starvsfólkaumboðini eru Sámal Birgir Johansen og Tórstein av Steig umboðandi Vága Floghavn og Evan Hilmarsson, umboðandi dótturfelagið Duty Free.

Nevndin hevur skipað seg við Regin Hammer sum formanni og við Oddbjørg Højgaard sum næstformanni.

Útlitini fyri 2019
Eftir góða úrslitið í 2017 gjørdi Vága Floghavn av at lækka ferðafólkagjaldið við 25 kr. Lækkingin kom í gildi frá 1. januar í 2019 og kostar felagnum umleið 4,5 mió. kr.

Harumframt vaksa avskrivingarnar við góðum 3 mió. kr. í 2019. Tað merkir at úrslitið fyri 2019 verður lægri enn í 2018.

Nevnd og leiðsla arbeiða við at betra um raksturin fyri at tryggja neyðugar íløgur komandi árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo