Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Kommuna: Týsdagin 6. desember 2022 skrivaðu Bjarni Prior, borgarstjóri, og Vígdis Skorheim, leiðari, undir samstarvsavtalu, sum Vága kommunu hevur gjørt við MEA Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp fyri at styrkja um familjulívið. Avtalan er eitt víðkað tilboð til borgarar í Vága kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannaráðið og MEA, har øll pør, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis parskeið.

Avtalan gevur møguleika fyri at:

Øll foreldrapør í kommununi, sum hava børn við tørvi, kunnu tekna seg til PREP skeið ókeypis.

Øll foreldrapør í kommununi, kunnu tekna seg til KIFF skeið ókeypis.

Allar familjur í kommununi hava møguleika fyri at fáa 5 tímar ókeypis familjuráðgeving

PREP stendur fyri Prevention and Relationship Enhancement, ella leysliga týtt; Praktiskur Reiðskapur til eitt enn betri parlag

KIFF skeiðið er til foreldur, ið eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um felags børn.

Verður undirtøkan nóg stór, verður miðja í móti, at skipa okkurt skeið í Vágum.

Tey sum ynskja at gera brúk av avtaluni, kunnu ringja ella skriva beinleiðis til MEA á telefon 224921 ella mea(at)mea.fo. Kommunan fær hagtøl frá MEA um hvussu nógv taka av tilboðnum, men fær ikki at vita hvør hevur luttikið.

Samstarvaavtalan er galdandi frá 1. Januar 2023 og 1 ár fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo