Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kommunur

Vágs Kommuna: Í farnu viku varð givin út frágreiðing frá norðurlendska granskingarstovninum NordRegio undir heitinum ”Attractive rural municipalities in the Nordic countries - Jobs, people and reasons for success from 14 case studies”.

Frágreiðingin viðgerð hví nakrar kommunur eru dugnaligari enn aðrar at draga til sín fólk og skapa nýggj størv? Hetta var eisini ein av høvuðsspurningunum í granskingarverkætlan hjá Nordregio, sum seinastu árini m.a. hevur arbeitt við evninum ”Rural attractivness in Norden”, sum kann umsetast til ”Dragandi útjaðarøkir í Norðurlondum”.

Granskingarverkætlanin fevndi um um 14 útjaðara-kommunur í Norðurlondum. Galdandi fyri tey 14 økini, sum eru útvald, er, at tey verða mett at verða ”dragandi” á tann hátt, at bæði fólkatalið og talið av fólki í vinnu (til arbeiðis) er vaksið meiri enn væntað seinastu árini.

Granskingarverkætlanin hevur m.a. fevnt um greining av hvørt tað eru ávísir lokalir faktorar, sum hava ført við sær óvanliga vøksturin. Í hesum sambandi vórðu eisini samrøður gjørdar m.a. við borgarstjórar og fólk frá menningardeildum hjá kommununum, við vinnulívsfólk og entreprenørar, við studentaskúlanæmingar og fólk frá útbúgvingarøkinum, og við ungar familjur. Greiningin av samrøðum, hagtølum og øðrum tilfari eru grundarlag undir úrslitunum og geva nøkur svar uppá, hví summar kommunur klára seg betur enn aðrar.

Úrslitini av granskingarverkætlanini staðfesta m.a. at tær 14 útjaðara kommunurnar hava hvør í sínum lagi brúkt ymiskar hættir at skapa menning, at draga til sín fólk og gerast áhugaverd fyri fólk. Nógvir ymiskir faktorar hava ávirkan, men í nógvum førum hevur samanhaldið í kommununi og tað at lyfta í felag havt ein týðandi leiklut.

Vágs kommuna er ein av teimum 14 dragandi útjaðarakommununum í NordRegio granskingarverkætlanini og forsíðan á frágreiðingini er eisini mynd av Ítróttaháskúlanæmingum í kajak á Vágsfjørði.

Frágreiðingin "Attractive Rural Municipalities in the Nordic Countries" kann lesast her:Stutt frágreiðing (sokallað ”short story map”) er her

Frágreiðingin í fullum líki er her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo