Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Niðurstøðan frá eftirmetingini fyri 2022 er m.a., at royndarverkætlanin í Vágsbotni skal halda fram í eitt tíðarskeið afturat, soleiðis at møguleikarnir við nýggja økinum kunnu roynast til fulnar, og at fleiri royndir kunnu gerast við hesi verkætlanini. 

Sjøtul varð settur á «Royndarverkætlanina fyri Vágsbotn» á vári í 2022 m.a. við eini nýggjari ferðsluleið uttan um eitt sólargott uppihaldsøki, ið knýtir Tórsgøtu, sititrappuna og økið undir bryggjubakka saman.

Hetta nýggja býarrúmið hevur síðani verið rúmligur karmur um ymisk tiltøk, sum t.d. staðbundnan matmarknað, filmssýningar og konsertir og høgtíðir sum t.d. ólavsøku og jól.

Endamálið við hesi royndarverkætlanini er, at royna ein nýggja skipan av økinum við ymsum fyribils broytingarátøkum, ið lættliga kunnu tillagast og broytast líðandi. Soleiðis kann nevniliga arbeiðast við veruligum brúkararoyndum fram ímóti eini tilvitaðari og endaligari skipan av hesum økinum.

Arbeiðsbólkurin, sum á vári í 2022 tók støðu til, hvussu økið skuldi nýskipast í royndarverkætlanini, hevur síðani eftirmett, hvussu verkætlanin hevur hepnast higartil, og hvussu arbeiðast skal víðari fram ímóti at menna eina endaliga skipan fyri Vágsbotn sum torg og alment býarrúm.

Niðurstøðan frá eftirmetingini er m.a., at royndarverkætlanin í Vágsbotni skal halda fram í eitt tíðarskeið afturat, soleiðis at møguleikarnir við nýggja økinum kunnu roynast til fulnar, og at fleiri royndir kunnu gerast við hesi verkætlanini. Tess fleiri royndir vera gjørdar, tess fleiri metingar og tilvitaðar avgerðir kunnu verða tiknar í sambandi við endaligu skipanina av økinum.

Eins og í 2022 verður skipað fyri ymsum savnandi tiltøkum í Vágsbotni og í býnum sum heild, har samskipari verður settur at gera eina skrá og stíla fyri áhaldandi tiltøkunum yvir summarið.

Um royndarverkætlanin skal halda fram á ætlaðan hátt, er tó neyðugt, at ymsar tillagingar og ábøtur verða gjørdar í økinum. Talan er um tillagingar, sum skulu betra um trygdina í ferðsluni, til gongu, umframt at betra um trivnaðin og menna umstøðurnar sum heild.

Til tess at arbeiðast kann á skjótasta hátt fram ímóti sumrinum 2023, so verður partur av arbeiðinum gjørt av umsitingini, umframt at samstarv somuleiðis er við EYA Arkitektar, sum áður hava verið knýttir at verkætlanini í sambandi við at staðseta standmyndina av Nólsoyarpálli í Vágsbotni.

Mælt verður samstundis til, at almenninginum fær høvi at gera viðmerkingar til royndarverkætlanina á heimasíðuni torshavn.fo.

Ætlanin verður løgd fyri býráðið seinnapartin í dag. Tá skal býráðið taka støðu til eina játtan uppá tvær miljónir krónur til endamálið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo