Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Væleydnaðir samkirkjudagar vóru í Vágum seinasta vikuskiftið. Prestarnir í oynni, Marjun og Inga, tóku stig til dagarnar og skipaðu fyri saman við mongum øðrum. Umframt mong onnur høvdu tær heitt á borgarstjóran í Runavíkar kommunu um at siga nøkur orð um hugtakið ”Skriftin á vegginum” á einari verkstovu, har annar hálvleikur var orðaskifti um hesa og aðrar framløgur hesar dagarnar.

Vit hava fingið røðuna sum Tórbjørn Jacobsen helt.

Vágskálin

Tekel merkir: Tú ert vigin á vágskál, men funnin ov lættur. Mene merkir: Guð hevur talt ríkisár tíni og leitt tey at enda. Peres* (ufarsin) merkir: Ríkið títt er sundurskift og givið Medum og Persum.

Ofta tosa vit um Sáttmálarnar sum tvær sjálvstøðugar bøkur – Gamla og Nýggja testamentið. Tað er ein sannleiki við ógviliga stórum modifikatiónum - avmarkingum. Jesus nevnir Dánjal í Matteusar evangelium. Í 24. kapitli ørindi 15: “Tá ið tit síggja andstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dánjali profeti, standa á heilagum staði – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur -.” Og so koma boðini: “Tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals o.s.fr.”

Tess eldri ein verður, tað oftari vendi eg aftur til Dánjals bók. Tey, sum eru sett í ábyrgdarsessir samfelagsins, ovarlaga í diverse hierarkium, eiga at frekventera Dánjal við ávísum millumbilum. Hann er eirindaleysa ærligur, og tað er honum líkamikið hvør ið stendur fyri. Hann er ikki til sølu yvirhøvur, mutrast ikki og magadregur hugmóðina, sjálvt táið kongur stendur fyri. Øll sum eru komin í ta støðu, at sambandið við jørðina dragnar, jørðforbindilsið so líðandi hvørvur, finna mestan heilivág í orðaskiftinum millum Belsazzar og Dánjal.

Dánjal skuldi onki hava undir borðinum – millum skins og hold - afturfyri at týða skriftina á vegginum, sum hann tók til: “Hav tú gávur tínar sjálvur ella gev øðrum tær! Eg skal fyri onki lesa og týða kongi hesa skrift.” Øll kenna søguna um faðir Belsazzar, Nebukadnezar, og niðurstøðan av týðingini hjá Dánjali var eirindaleys: “Men tú, Belsazzar, sonur hans, hevur ikki eyðmýkt hjarta títt, tó at tú visti alt hetta.” Hesa somu náttina verður kongur dripin og Dárius úr Medalandi fær ræði yvir ríkinum.

Apokalyptiska rákan hjá Ezekiel og í Opinberingini hjá Jóhannesi finna vit eisini hjá Dánjali. Í áðurnevnda kapitli hjá Matteusi boðar Jesus frá oyðing Jerúsalems og frá afturkomu síni. Ørindi 6: “Men tit skulu hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar. Verið varnir, at ræðsla ikki kemur á tykkum; tí at hetta má henda, men ikki er endin enn.” Ørindi 7: “Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; og tað skal verða hungur og drepsótt og landskjálvti víða hvar.” og ørindi 8: “Men alt hetta eru teir fyrstu verkirnir.”

Vit og allir lutir annars liggja á eini vágskál gerandis og heilagt. Støðugt. Um Inga og Marjun hava givið borgarstjóranum í Runavíkar kommunu ella Tórbirni Jacobsen orðið hesa løtuna, nú samkirkjudagar eru í Vágum, kann bara gitast um. Tað hongur ikki so nógv heimspeki uppi við einari kommunu, hon er ikki ein metafysisk stødd, jarðbundnari fær tað ikki verið. Gøtuljós, vegir, havnaløg, bátahyljar, skúlar, ansingarstovnar, ítróttarfasilitetir. Lágpraktiskur infrastrukturur. Einasta markamótið við samkirkjuliga høpið er at viðgera byggiloyvir til kirkjur og samkomuhús og at gifta fólk, sum hava valt at ganga saman í hjúnalag umvegis borgarliga vígslu. Kortini skal borgarstjórin stútt og støðugt hyggja eftir, um nøkur hóttandi skrift er á vegginum, m.a. um valdið byrjandi er farið at korrumpera hann, sum so mong dømir eru um á søgunnar slóð, har valdsstøður hava kámað fyri viti og veruleikasansi hjá so mongum. Ikki minst hjá Belsazzar, táið hann og veitslufólkið fóru undir at drekka seg dýrandi full úr gull- og silvurílátum, sum faðir hansara hevði flutt – ella stolið – úr halgidóminum – húsi Guðs í Jerúsalem.

Ein borgarstjóri fremur í verki tær avgerðir, sum eitt demokratiskt forum - við meirilutaavgerðum - hevur álagt honum at avgreiða. Hvussu hesin sami kommunali leiðtogari annars er samanskrúvaður persónliga er eitt heilt annað mál.

Tórbjørn Jacobsen er føddur inn í fólkakirkjuna. Varð borin inn til skírnarfuntin í Marstal kirkju hin 22. januar í 1956. Fermdur av Johannesi Follend í Glyvra kirkju í 1969 og giftur í tveimum syftum í tveimum kirkjum – í Uummannaq og á Glyvrum.

Í uppvøkstrinum í Syðrugøtu var ongin ivi um, at vit hoyrdu til kirkjuna, men tá ein granni okkara var oddviti í brøðrasamkomuni, og táið bara ein sunnudagsskúli var í bygdini – í Salinum – Filadelfia - ja, so fekk man longu í óvitaárunum eina tvíliðaða fatan av hesum velduga universi. Vóru vit ikki í kirkju, varð lestur lisin, kirkjan lá heldur óhøgliga fyri, í Norðragøtu, serliga á vetri, og flutningsmøguleikarnir vóru ikki teir somu sum í dag. Eftir at vit fluttu út á Glyvrar at búgva, fram ímóti miðjuni á sekstiárnum, tók abbi mín, hin kendi skiparin Napoléon á Glyvrum, yvir leiðsluna á andaliga økinum. Hann var kirkjumaður um ein háls, hevði fasta brík í kirkjuni – no. 3 mannfólkamegin, har sita vit enn  - og hann hýsti prestunum sum vóru á ferð.

Viderø var ein teirra, og teir høvdu mangt og mikið at spjalla saman um, ja, somikið, at tann eina guðstænastan kom nakað í drag eftir at teir frá morgunstundini høvdu verið á eini drúgvari filosofiskari ferð, á hvør sínari sjaselong, í stovuni. Annars var ongin slingur í valsinum hjá mær og systkinabørnum mínum. Útpurringin byrjaði árla hvønn einasta sunnumorgun, og hann gekk húsini umaftur, fleiri ferðir, fyri at tryggja sær, at vit ikki skulkaðu frá hesi andaligu doseringini, sum hevði so stóran týdning fyri hann. Í tannárunum ger annar máttur seg galdandi innansyndis, adrenalinið, fyri ikki at siga testosteronið, pumpar. Poppurin, rockurin og Glyvra Bio vóru meiri áhugaverd enn at tørna út í lýsingini ein sunnumorgun fyri at fara í kirkju, men har var framvegis ongin bøn, hóast lagið kundi vera misjavnt og høvdið fult av øllum øðrum enn teimum gomlu skriftunum í hini svørtu bókini við teimum báðum Paktunum. Hann legði kortini botnin, sum síðan hevði tað við sær, at ein sunnudagur í mínum føri er illa farin, um eg ikki røkki kirkjugáttini og “arvaðu” bríkini. Abbi sá skriftina á vegginum, kirkja kom ikki í bygdini (á Glyvrum) fyrrenn hann var 36-37 ára gamal, og hevði hann ikki drivið hendan vanan undir húðina og skallabeinini á okkum, er tað ikki víst, at kristindómurin var vorðin ein so týðandi og avgerandi partur av lívinum hjá mær og okkum, sum hann við tíðini gjørdist.

Lyfta vit okkum upp í hæddina við svívdreka og leita eftir uppdrift, har sum hon er at finna, omanfyri ójavnu fataninar millum kirkju og samkomur og samkomur ímillum, so kann kristindómurin skeklast sundur í tvinnar rásir. Kristna læran er helst søgunnar fremsta paradigmuskifti. Skiftið frá brutalitetinum og læruni um eyga fyri eyga og tonn fyri tonn til læruna um trúgv, vón og kærleika. Fjallatalan, moralurin og etikkin, sum framvegis - tvey túsund ár seinri – stendur sum ein av fremstu talum hildin í søguni hjá mannaættini. Eitt skamtalop, sum eisini legði lunnar undir vesturlendska politiska siðvenju, har lógirnar í stóran mun hava verið lagaðar eftir hennara íblástri m.a. á hinum sosiala økinum. Øll tey vanvirdu fingu nú eina rødd og gjørdust sæl. Heldur onkur hesa læruna vera ein trupulleika, so er læran ikki forðingin, men vit sjálvi, ið ikki megna at liva upp til moralska kodeksið í henni. Tað megna vit ongantíð, men um hetta er stevnan, sum siglt verður eftir, dag og dagliga, í øllum lívsins viðurskiftum, og vit bara røkka ávegis á mál, so er nógv vunnið. Alternativið er sum hjá honum ið onga kós hevur, - hann fær ikki undanvind á nakrari ætt.

Hin parturin er persónliga sambandið við Guð og son hansara. Sum norðmaðurin Matias Orheim sigur í týðingini hjá P. W. Háberg: “Lat onnur siga hvat tey vilja, ei tað sakar meg! Mín leið, hon ber til lívsins land, har hvílu fái eg: Og styrki gevur Guð mær til at vinna stríðið her; so spotti hvør, ið spotta vil, mín Guð mín frelsa er!” Eg trívist undir fyndugum og avbjóðandi talum, sum onkursvegna gera mær mun, bæði sálarliga og fyri vitið, men helst havi eg á hesum mótinum arvað hetta ørindi frá ommu mínari, sum eg í stóran mun vaks upp saman við: “Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær (Matteus 6;6).” Spurningurin um ævinleikan verður eitt mál ímillum meg og hin Almáttuga.

Lenda vit á jørðini aftur, so vita vit, at myndin er meiri fragmenterað. Vit síggja í pørtum og vit skilja í pørtum, og tað kann eisini vera ein orsøkin til, at stríð eisini hevur verið meiri enn nógmikið av í kjalarslóð kristindómsins. Ofta um vald og er politikkur vorðin ein partur av høpinum, hevur tað mangan gingið av skriðuni. Nógv er skrivað um hetta, og millum aðrar hevur Magnus Dam Jacobsen skrivað soleiðis í bókini “Í Grønlandi við Kongshavn”:

“Á krossinum hongur Frelsarin, misskiltur og misbrúktur. Eingin skilti, at rópini út í oyðimørkina, vóru róp inn í tómar sálir, har einki bergmál var at finna. At heimsins ljós var innan í einum sjálvum. At hann ikki hekk har sum syndabukkur, men sum fyrimynd, sum sannleiki. Hann doyði fyri okkum og syndir okkara, men boðskapur hansara var, at fáa hvønn einstakan at finna sannleikan í sjálvum sær, sjálvur at taka ábyrgdina og skuldina. Bønin er tigandi, tøkkin er ljómandi”.................og hann heldur fram: “Fyri Jesus var gerðin og trúgvin eitt. Kirkjan fekk sær himmalsins lyklar, seldi syndanna fyrigeving. Stóra sorgarsøga Kristussar er, at boðskapur hansara er vorðin sjakran og handil, tuskan og biddan, at býta, keypa og selja, forrætning, ella skýbøklar av synd, iðran og ótta. Gleðiboðskapurin takkar, er ikki krevjandi, hann gevur. Bønin er eyðmýkt og viðurkenning av lívsins stórlæti og undurverki uppá gott og ilt. Einki at krevja enn av sjálvum sær. Har finna ljósið, upprunan, sannleikan og lívið.”

Boðskapurin hjá Magnusi man vera, at kirkja og samkomur og øll vit, sum eru partar av kristindóminum, onkuntíð seta sjóneykuna inn í okkara egnu sál. Konfrontera okkara egnu trúgv – spyrja spurningin, um vit eru á rættari kós ella um hetta nú bara gjørdist ein høgleikatrúgv í allari hini verðsligu vælferðini – tímiliga rúsinum. Kanska onkur skrift er at hóma á onkrum sálarbrósti í tínum innara lívi. Var í kommunalum ørindum í Pólandi fyri kortum. Í tveir tímar óku vit í bili millum Warshava og eina verksmiðju í útriðjuni av býnum. Bilstjórin var uppvaksin í hinum kommunistiska Pólandi og hevði m.a. búð í Eysturberlin í trý ár. Vit vóru samdir um, at fakfelagsrørslan og katólska kirkjan í stóran mun gjørdu enda á mannavondu politisku skipanina, ið var. Pávin úr Kraków gjørdi sjálvandi góðan mun, eisini, men tá eg spurdi hann hvør leikluturin hjá kirkjuni nú var í samfelanum, svaraði hann greitt, at hon í stóran mun hevði mist fótafestið og takið á fólkinum. Orsøkin var greið, kirkjan hevði ikki megnað at taka í egnan barm. Ólevnaðurin innanvert kirkjumúrarnar, har prestar hava gjørt seg kynsliga inn á børn, hevur tikið megina frá henni. Hóast øll kundu týða skriftina á vegginum, gjørdi ongin bart, øll stungu høvdið í sandin, rot kom í, og moralurin stendur fyri falli – og harvið kirkjan.

Stríð og stigmatisering hevur eisini verið í átrúnaðarligu rørsluni her á landi. Hóast stórviðurin var og er hin sami, hava menn, sum oftast menn, ella bara menn, keglast dúgliga um ymsar variantar av hvussu bíbliuteksturin skuldi tulkast í ávísum førum. Skírn og ferming hava verið lopfjalir til nógva øsing sum gjørdi skilnað, og í mínum barnaskúladøgum vóru tað tey, sum ikki fingu tikið lut í kristnitímunum orsakað av Katekismuni hjá Lutheri, sum Dahl próstur flutti yvir á føroyska tungu. Har var onkur sum ikki var nóg skilagóður og sá skriftina á vegginum, soleiðis, at tað sum kann tykjast sum smálutir fyri tey flestu, ikki skilir vøtnini óneyðuga millum ósekar partar.

Stríð er aftur í verøld. Fólkaflokkur hevur reist seg móti fólkaflokki, og ríki móti ríki. Russland hevur gjørt seg inn á stjórnarliga fullveldið hjá einum granna – Ukraina. Roykurin frá goturstykkjum hevur nú kámað fyri útsýninum í 3 mánaðir og mesti stuðulin hjá autokratinum – despotinum – Putin - í Kreml, er ovastin í ortodoxu kirkjuni eystanfyri. Patriarkurin Kirill. Biskuppurin. Guð má vita, hvat ið vinmennirnir Putin og Kirill hava avrátt í Hansara navni, hvør ið skriftin var á brósti teirra, og hvør ið týddi hana, í øllum førum er læran av hesum, at kristindómurin, umvegis Eysturkirkjuna, hevur gjørt læru okkara størri skaða enn nakar annar nakrantíð.

Í triologi´uni “Tú upphavsins heimur” heldur sandavágsmaðurin Jens Pauli Heinesen fyri, um tveir smádreingir ið berjast, at hetta er so sjálvsagt og nátúrligt, sum dagurin er ljósur og náttin myrk. Teir berjast um allan heim, mestsum fyri at vátta hitt ævinliga aldandi lívið. Vit stríða okkum, hvør einstakur, úr móðurlívi og stríðast síðan við ymiskt heilt fram at gravarmúlanum. Onkur stríðist á leikvøllum, annar við seg sjálvan og í løtuni leikar hesin vitleysi bardagin millum tvær grannatjóðir miðskeiðis í okkara egna heimsparti, har ið eitt fallið stórveldi uttanrættað roynir at krøkja í eitt lýðveldi, sum hevur roynt at fóta sær sum frægast, síðan kommunisman kollapsaði eystanfyri. Tríggjar dagar eftir russisku innrásina stóð fremmanda hermegin í útriðjuni á høvuðsborgini, og amerikumenn spurdu Zelenskyj um teir skuldu hjálpa til við at evakuera hann úr Kyiv. Svarið kom prompte:” Tað er ikki einum høvi at flyta higani, - eg bíði eftir, - gev mær krút!” Hjá Jens Paula vann Baltasar á Dávidi, hvør ið vinnur kampin um Ukraina er ilt at meta um í løtuni, men undir øllum umstøðum hava ukrainar hildið stand longri enn væntað, hóast russar hava Kirill og halda seg hava Guð í sínum parti.

Í grundini er Putin ikki annað enn eitt bergmál frá sovjettíðini, fascisma og kommunisma tykjast ganga upp í eina hægri eind, tvær alin av sama vadmali, og hann er uppaldur sum njósnari fyri statsterrorin í falna samveldinum.

Essayisturin Rebecca Solnit hevur fyri kortum skrivað eina bók um ymiska logikkin hjá George Orwell og Josef Stalin, táið tað snúði seg um vøkstur og urtagarðsarbeiði. Orwell skrivaði t.d. bøkurnar 1984 og Kammerát Napoleon. Íblásturin fekk hann í stóran mun frá ræðslustýrinum hjá Stalin. Orwell var vinstrahallur demokratur og hugaður urtagarðsmaður. Plantaði tað sum kundi vaksa eftir natúrligu umstøðunum. Øðrvísi var við despotinum handan múrarnar í Kreml, hann setti kravboð fram til urtagarðsmenninar í Moskvu um at planta citróntrøð í urtagarðinum, hóast kuldin í býnum onkuntíð kemur niður á 40 kuldastig. Hetta bar sjálvandi ikki til, men valdið kámaði fyri vitinum og skilinum, og hann hevði veruliga væntað, at trøðini vóru líka løtt at fáast við og at manipulerað uppá pláss sum fólkið í sovjetstatinum. Hann hevði ikki lisið skriftina á vegginum, og Sovjetsamveldið gjørdist eisini tað stórveldið í søguni, sum fekk stytsta málið á tíðarhespuni.

Hvussu nógv ið hava eina pakt við Guð í hesum landinum veit onkur, ella ongin, men til ber at staðfesta, at vit øll eru ein partur av hini kristnu læruni. So ella so. Tí eru hesir samkirkjudagarnir av størsta týdningi, ikki tí at munirnir í fatanum skulu kámast, men tí at stórviðurin er hin sami. Spurt var um kirkjuna og skriftina á vegginum. Fólkakirkjan hevur havt sínar sigrar og sínar minni hepnu stundir. Í fyrru helvt av 20. øld lat hon seg tøla av donskum lógligum fótonglum, meðan brøðrasamkoman sá skriftina á vegginum og skilti hvønn veg tað bar á tjóðskaparliga bóvnum. Kirkjan varð yvirhálað málsliga so tað brakaði eftir í - í danska mýrilendinum. Hetta er nú søga. Dahl, Viderø og sálmaskaldini bøttu mistøkini eftir at Victor hevði lagt botnin.

Fólkakirkjan er vorðin ein mentanarstovnur í føroyska samfelagnum, men tað er hon bert um hon er og verður ein fólkakirkja. Tann dagin próstur, prestar, djáknar og kirkjuráð lata hugmóðina fara avstað við sær og fólkið kennir seg fremmant í kirkjuni, tá endar hon sum ein losja, sum fólkið ikki kennir seg aftur í. Gáttin er tá vorðin ov høg, og vit vanliga deyðiligu hava bara okkara individuella samskifti við Guð hin Almáttuga eftir. Eina kanal at senda og móttaka á. Kirkjan eigur at senda á sama frekvensi, sum tíðin krevur, ekvivalensur má vera millum kirkjuna og forstandið hjá fólki, og tað batar lítið um onkur heldur, at eitt samfelag í 2022 kann stjórnast eftir ásetingunum í Gamla Testamenti. Kirkjan skal taka sær væl av samfelagsins minnilutum – annars fylgir hon ikki moralinum og etikkini í stóra paradigmuskiftinum – Fjallataluni. Og ikki minst skal hon vera ein rødd í hesum tíðum, táið grammleikin er farin somikið um øll burðardygg mørk, at vit sjálvi bjóða okkara egnu klótu av um at vera ella ikki at vera. To be or not to be.

Tær seinastu løturnar, táið Frelsari okkara ferðaðist av Oljufjallinum – oman í líðina um Getsemane - yvir Kedron – niðan á Borgini fyri seinastu ferð, var tað onkur sum ikki hevði sæð skriftina á vegginum.

“Jerúsalem, Jerúsalem tú arma, sum støðugt eykar tína syndamongd! Eg vildi teg sum ungamamman varma, men fyri mær var hurð tín alsamt stongd. Jerúsalem – á, um tú bara visti, hvat her til frið og besta tænir tær, men fjalt nú er tað – sjónina tú misti. Tú kendi ei ta tíð, tú vitjað varð!”

Vit standa í ringastu orrustu í okkara heimsparti síðan seinra heimsbardaga. Ein stórkirkja – Kristusar hirðar í Russlandi eru partar av tramansskapinum – og Guð man vita hvat ið stendur skrivað á bróstinum innanvert múrarnar í magndeplinum Kreml. Putin er farin at hátta sær sum Belsazzar, og um hann verður vigin á vágskál og funnin ov lættur, um Guð hevur talt ríkisár hansara og leitt tey at enda og um um ríkið verður sundurskift til aðrar ella onnur, ja, tað kann bara tíðin vísa okkum. “Vantrúgv er tað alraversta, vinnur hon, má vón øll bresta”, sum Mikkjal á Ryggi tekur til, og hví skulu vit annars gera okkum so nógv stríð av so mongum, vit fáa nú ikki hildið okkum til annað enn tað sum Georg Friedrich Händel endurgevur frá Job í stórverkinum “Messias”: “I know that my Redeemer liveth.”

Takk fyri høvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo