Nýggjastu veljarakanningarnar spáa, at Sjálfstæðisflokkurin framvegis verður størsti flokkur við 15 sessum, sum er ein minni enn í dag.
Harnæst kemur Framsóknarflokkurin við 9 ímóti 8 í dag. Miðflokkurin fer niður í tríggjar sessir, hann hevur 7 í dag. Viðreisn fer úr 4 upp í 7, Flokkur fólksins fer úr 3 upp í 4, Samfylkingin fer úr 7 upp í 8, Vinstri hreyfingin - grænt framboð fer niður í 7 úr 11, Piratflokkurin heldur skansan við sínum 6 sessum og Sosialistaflokkurin sum varð stovnaður í 2017 og ikki er umboðaður í dag fer at fáa 5 limir.
Seinastu 4 árini hava Vinstrigrøni flokkurin, Sjálvstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin mannað Altingið.
63 sessir eru í Altinginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo