Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Listasavn Føroya: Nógv fólk hava vitjað Listasavn Føroya í heyst, og hugtakandi serframsýningin Less is North hevur gjørt sítt til, at fólk hava leitað sær á gátt á savninum. Og tað ber enn til at uppliva ella enduruppliva flottu fotomyndirnar, tí at framsýningin er longd til og við sunnudagin 23. februar.

Á framsýningini kanst tú uppliva tað norðurlendska landslagið frá síni vakrastu síðu í fotomyndum hjá Inga Joensen (FO), Per Bak Jensen (DK) og Hallgerður Hallgrímsdóttir (IS). Gjøgnum stórar og smáar fotomyndir verður tú tikin við á eina ferð til Ísland, Grønland, Danmark og Føroyar. Tú kanst uppliva útsýni av fjallatindum í mjørka, grøn fjøll, brøtt berg, kavalandsløg og jøklar.

Náttúran kann vera fantastiska vøkur í sjálvum sær, og fotografarnir handan framsýningina stuðla kensluni av at uppliva eitt nærum órørt landslag. Her eru eingin garterandi ferðafólk, ferðamannabussar, ferðsla, dálking ella gangur.

Men náttúran er kortini ikki heilt órørd, tá ið hugt verður gjølla at henni. Í myndunum finna vit skorsteinar á brennistøðum, ferðafólkabátar og eftirgjørd vegskelti.

Sjálvt um myndirnar á framsýningini eru bæriligar og vakrar, siga fleiri listaverk søgur um lív og deyða. Fyri at fáa júst hesar myndirnar í hús hava fotografarnir verið noyddir at klíva upp á høgar fjallatindar, krúpa inn í gosgrýti og smoyggja seg upp á glisnar sandheyggjar tætt við jøklar. Ofta við lívinum í veð.

Ætlanin við myndunum rúmar harafturat tilsipingar til royndir hjá fotografunum við lívi, sjúku og deyða. Á framsýningini er ein nærmynd av einum appilsingulum kirkjugarðsmúri, har lívið einaferð fer at enda. Og frá botninum av einum gosgrýti klætt í kava, endurupplivdi tann íslendski fotografurin lívið hjá sínum ófødda barni fjara burtur.

Framsýningin hevur heitið ”Less is North”, tí at fotomyndirnar hjá teimum trimum listafólkunum eru minimalistiskar í teirra tilgongd til heimin og myndevnini í náttúruni. Einki við at dýkja á. Heitið ”Less is North” rúmar eina heilsan til kenda slagorðið ”Less is More” hjá tí stóra minimalistinum í modernistiskum arkitekturi, Mies van der Rohe. Útsøgnin hjá honum er síðani snarað á skemtiligan hátt av yngri arkitektum: ”Less is a Bore” (Robert Venturi) og ”Yes is More” (Bjarke Ingels). Við Less is North eru vit aftur við útgangsstøðið: Norðurlond avmyndað á ein einfaldan og kulan hátt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo