Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjóvar kommuna: Spennandi valfundur verður í stórasali í bygdahúsinum á Strondum mikukvøldið 30. november kl. 20.00.

Luttakarar á fundinum:

A: Eivind Jacobsen
B: Helgi Abrahamsen
C: Helga Bára Mohr Vang
D: Sámal Petur í Grund
E: Annita á Fríðriksmørk
F: Jákup Petur Eliassen
H: Ólavur í Geil

Skráin fyri kvøldið verður, at valevnini í fyrsta umfari sleppa at greiða veljaranum frá sínum boðskapi. Síðani verður orðaskifti millum pallborðsgestirnar, og at enda verður lagt upp til, at áhoyrararnir kunnu seta spurningar til valevnini.

Aftaná fundin verður drekkamunnur við onkrum søtum afturvið, har fólk eisini fáa møguleikan at tosa við valevnini.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo