Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildin, Heim & Skúli: Fólkaskúlin er grundin undir vælferðarsamfelagnum. Tað halda vit undirritaðu, sum hósdagin 1. desembur kl. 15.15 - 17.00 skipa fyri valfundi um fólkaskúlan í auluni á Námsvísindadeildini, har almenningurin og umboð fyri allar politisku flokkarnar eru boðin við.

Skúli, útbúgving og vitan eru týdningarmikil evni at taka fram í valstríðnum. Tí ynskja vit kjak um fólkaskúlan, og tey viðurskifti hann virkar undir.

Vit geva valevnum ein pall til júst at seta fólkaskúlan á skrá. Ongir tunlar, loysing ella samband, bara fólkaskúlin. 

Læraraútbúgvingin hevur meir enn 150 ár á baki, Lærarafelagið er næstelsta fakfelag í landinum, og í 2006 fingu vit Heim og Skúla, tí kunnu vit í dag ditta okkum at spyrja:

-           er fólkaskúlin vorðin eitt prosjekt hjá seráhugamálum í dagsins samfelag, ella um skúlin er trygdin fyri dannilsi, fólkaræði, samhaldsfesti og samfelagsmenning í komandi tíðum?

Hevur tú hug at hoyra, hvat valevnini hugsa um fólkaskúlan? Ella kanska hevur tú spurningar til valevnini? Jamen, so er at koma í auluna á Námsvísindadeildini hósdagin 1. desembur klokkan 15.15.

Birgir Kruse er orðstýrari.

Tiltakið verður stroymt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo